Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 21

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 21
KVÆÐAUPPSKRÍFTIR JÓANNESAR í KRÓKI 33 ur kongur á Bretlandi, og hareftir roknaði hann upp nøvnini á 20 øðrum kvæðum, sum hann dugdi. ímillum hesi 20 er eitt, sum ikki er við í Sandoyarbók. Eini tvey- trý ár eftir hesa vitjanina hjá Forchhammer fekk Jóannes í Króki eitt kvæði, Tormaður skald, frá Jógvani á Oyrini; men Tormaður skald er ikki millum tey 20 kvæðini, sum Jógvan nevndi fyri Forchhammer. Hetta eg havi sagt her vísir, at tað hevur verið nakað av tilfari, sum Jóannes ikki er komin í samband við. Men tað er ringt at siga nakað við vissu um, hvussu nógv ella hvussu lítið ið hevur verið av tílíkum tilfari. Nær eru so kvæðini í Sandoyarbók skriv- að? Eg segði í áðni, at Jóannes setti sjøtul á tíðliga í 1821. Mánaðirnar februar til apríl savnaði hann 12 kvæði. So er ein støðgur í umleið 1 ár; men so kemur rættilig gongd á hjá honum: frá februar 1822 til og við mars 1823 fekk hann fatur á meira enn tveimum triðjingum av øllum kvæðunum, umleið 70 kvæðum. I 1824 er úrslitið hjá honum 4 kvæði, og tey fylgjandi árini fær hann bara fatur á einum ella tveimum kvæðum um árið (í 1828 skrivar hann einki kvæði upp). Grundin til, at hann fær lítið og einki tey seinnu árini er sjálvandi, at hann longu tey tvey-trý fyrstu árini hevur fingið megin- partin av tí, ið var at fáa. Eftir at hava sitið og fingist við hetta verk í rúmliga tíggju ár endar hann tað við einum eftirorði, sum endar við hesum orðum: Saaledes er nu denne qvaea bog fuldfærdiget i Aaret 1831 den 6te Julii. Sandoyarbók er innbundin við tilfari, sum var við hondina: permumar em tvær tjúkk- ar træplátur og uttanum er roð. Ein vísubók við andligum sangum, sum Jóannes skriv- aði og sum nú er á Landsbókasavninum, hevur eisini verið innbundin á hendan hátt. Aftan á at Jóannes var deyður keypti Svend Gmndtvig í 1872 handritið frá erv- ingunum, og tað var hann sum gav tí navnið Sandoyarbók. Svend Grundtvig var tann maður uttan fyri Føroyar, sum í hesum ár- um hevði størstan áhuga fyri føroyskum kvæðum og visti mest um tey. Tá ið hann doyði í 1883 endaði Sandoyarbók saman við tí tilfari, ið lá eftir hann, á Kongliga Bókasavninum. Seinni er alt hansara tilfar - eisini Sandoyarbók - flutt á eitt sersavn, ið eitur Dansk Folkemindesamling. Sandoyarbók varð givin út eftir handrit- inum í ámnum 1968-82 í tveimum bindum. Fyri útgávuni stóð Rikard Long. Eg vil enda tað sum eg her havi sagt um Sandoyarbók við at siga, at eg haldi ikki at tað er at gera ov nógv av at siga um hana, at hon er tað virðismiklasta einstaka kvæða- savnið, vit eiga. Og so koma vit til tað triðja kapitlið í arbeiðinum hjá Jóanesi við kvæðunum. Aftan á Sandoyarbók Aftan á at Jóannes í Króki var liðugur við Sandoyarbók savnaði hann lítið og einki av nýggjum kvæðum. Hansara arbeiði við kvæðum í tíðini sum fylgdi var at kalla bara avskrivingarbeiði. I árunum fram til umleið 1850 vóm tað fleiri, ið fingu kvæðaav- skriftir frá honum. Sambært Hammers- haimb var hetta ein lítil inntøkukelda hjá honum. Eg skal nevna tvey dømi, sum eg kenni til, um at hann hevur tikið pengar fyri avskriftir.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.