Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 22

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 22
34 KVÆÐAUPPSKRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI Tað fyrsta er ein avskrift av kvæðinum Ásmundur Aðalson, sum er komin á Lands- bókasavnið úr Skopun. Aftan á tekstin hev- ur Jóannes skrivað stutt og greitt: kostar ain mark. Hitt dømið er ein avskrift millum pappír- ini hjá Hammershaimb í Keypmannahavn av Koralds kvæði. Hesa avskrift hevur Hammershaimb ikki fingið frá Jóannesi sjálvum. Tað sæst á nøkrum orðum, sum eru skrivað aftan við kvæðið av einari hond, sum ikki hevur verið nógv von við pennar. Hesi orð eru skrivað á einum donskum-føroyskum blandingsmáli og ljóða soleiðis: han som skrev Det Kvaie Han sagdi at han vildi hava holt femta skind. men ieg beder ikki Dig bitala Det holt femta skind[.] nils iens sen a glifrun. Eg skal nú umtala nakrar persónar, sum fingust við at samla kvæði í hesum árum og sum vit vita hava fíngið tilfar frá Jóannesi. Tann fyrsti, eg skal nevna, er ein fugloying- ur. í 1830- ella 40-árunum sat bóndin Han- us Hanusson ella Sjeyndi Hanus við Gell- ingará í Hattarvík og skrivaði eina kvæða- bók, sum seinni kom at eita Fugloyarbók. Henda kvæðabók kom fram í dagsljósið í 1854, tá ið Hammershaimb fekk hana send- andi sum gávu frá táverandi eigaranum, H.D.Matras. Hon inniheldur umleið líka nógv kvæði sum Sandoyarbók. Hanus sigur ikki nakað um, hvaðani hann hevur tilfarið - soleiðis sum Jóannes í Króki gjørdi. Men tað er greitt, at hann hevur ein part av kvæðunum frá kvøðarum har norðuri. Fleiri av kvæðunum hevur hann skrivað av eftir útgávuni hjá Lyngbye av Sjúrðar- kvæðunum (tað var tann útgávan sum kom í 1822). Og so hevur hann eisini fingið til- far frá Jóannesi í Króki. Hann sum kennir hondina hjá Jóannesi skal ikki blaða nógv bløð inn í Fugloyarbók, so kemur hann fram á 2 kvæði, sum eru skrivað við hans- ara hond. Hetta eru avskriftir, sum Hanus hevur fingið sendandi og ikki hevur gjørt sær ómak at skriva av, men hevur bundið tey inn saman við sínum egna tilfari. Tað eru kvæðini Grimmars kvæði og Grímur á Bretlandi, sum eru nr. 3 og 4 í handritinum. Ein annar kvæðasavnari í hesum árum, Napoleon Nolsøe, lækni, skrivaði í árunum 1840-51 eina stóra kvæðabók í trimum bindum. At kalla øll kvæðini í hesi kvæða- bók eru avskriftir eftir aðrar kvæðaupp- skrivarar. í fyrsta og øðrum bindi er megin- parturin av kvæðunum avskriftir eftir Sand- oyarbók; men Napoleon kann ikki hava skrivað av beinleiðis eftir Sandoyarbók, tí hon lá á Sandi og hann var tá í Keypmanna- havn. I sínum endurminningum sigur Jó- annes, at Jákup Nolsøe - hann var pápi Napoleon - rættiliga tíðliga fekk avskriftir av teimum flestu kvæðauppskriftunum hjá sær. Hesar avskriftir eru ikki til longur; men tað er væl hugsandi, at Napoleon hevur fingið tær frá pápanum, tá ið hann fór í holt við sína kvæðabók og at hann hevur tveitt tær burtur, tá ið hann hevði skrivað tær av. Ein triðji kvæðasavnari, sum fekk tilfar frá Jóannesi, er Hammershaimb. Hann ferðaðist í árunum 1847-48 um ein part av Føroyum í innsavningarørindum, og var millum annað í Sandoynni. Á hesi ferðini hitti hann Jóannes í Króki og fekk loyvi at síggja og brúka Sandoyarbók. Millum pappírini hjá Svend Grundtvig, fólkavísu- frøðingi og vinmanni Hammershaimbs,
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.