Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 86
98
FÍPAN FAGRA OCH DRÓSIN Á GIRTLANDI
29.Frúgvin kom í skógvin burt, sá nú risan renna, ynskti sær bæði bjørg og vatn og høgan eld at brenna. 39. Eirikur talar til sveinamar tógva ella tríggjar: ‘Leiðið mær frú í hallina inn, sjálvur vil eg hana síggja!’
30.Bjørgið fekk hann ikki gnagað legði seg at eini á, eg svørji tann eið við mína trúgv, hann brast í lutir tvá. 40.Hann spretti av henni birkavið niður frá hvítum enni, allar tær, ið inni vóru, bliknaðu fyri henni.
31.Frúgvin gongur skjótt og brátt, helst av skundarbræði, dregur upp á seg birkavið, hon hevði ei onnur klæði. 41.Tá svaraði Eirikur: ‘Nú er aftur at venda, hesa frúvu at festa mær og hina aftur senda.’
32. Frúgvin gongur skjótt og brátt við fagrar føtur og fríðar, hon sær undir borgini mangan riddaran ríða. 42.Drukkið varð teirra brúdleypið, kátt var teirra lív, gingu bæði í eina song Eirikur og hans vív.
33.Hon sær undir borgini mangan riddar og hestar, hann var í reyðum skarlaksklæði, frúnna skuldi festa. 43.Hon varð sett á beinkir, hann á kallbekk, mangur ríkur riddari ímillum teirra gekk.
34.Hon kom at teim durunum, so mikla mannatrang, hon fekk sær ein duravaktar at vísa sær inngang. 44.Hon varð sett á beinkir, hann ímillum dreingir, nú man endast frøðið tað, gitið man verða leingi.
35.Eirikur kemur av skógnum heim, sær tey merki stór: ‘Hvør hevur her til hallar verið, síðan eg heiman fór?’ Fuglin ífjøruni hann eitur más, silkibleik er húgva hans, sum knept er hans hár, fuglin ífjøruni.
36.Svaraði hansara sæla móðir silki situr og tvinnar: ‘Her hevur eingin til hallar verið uttan ein fátæk kvinna.’
37.Frúgvin gekk í hallina inn, mist hevði gleði og teiti, bjarta brúður á beinki situr, spyrja, hvat navn hon eitur.
38.Bjarta brúður á beinki situr, spyrja, hvat navn hon eitur: ‘Tað er mítt hitt besta navn, Nævrikosti eg eiti.’