Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 110

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 110
122 S ANDOY ARMAL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR í nútíðarføroyskum annars, men úr Eyst- uroynni hava vit kvennkynsnavnorðið megurð um ‘tað at vera rakføddur’. Lýsing- arorðið jjaðaleysur (stavseting óviss) er serligt fyri sandoyarmál. Tað verður sagt um tað at vera 'einsamallur, fáligur, stúrin, ongan góðan at eiga’ el. tíl. T.d. segði mað- ur: ‘Eg siti so fjaðaleysur eftir, nú konan er deyð’. Lýsingarorðið saftarleysur er okk- um kunnugt úr skálvíksmáli, t.e. ‘kenslu- kaldur, hjartaleysur’, t.d. tað var ein saftar- leys gerð at koyra mammuna út. Úr Dali er hitt hugnaliga orðið kunningardagur, sum er hin 12. juni. Tá vórðu neytini úrtveimum hagapørtum, ið gingið høvdu út og inn, lat- in koma saman til at liggja úti. Tey vórðu tá kunnað hvørt fyri øðrum, og fólk sat hjá teimum tann dagin. Hetta var hálvur høg- tíðisdagur, hevur Martina sála í Haskatrøð sagt mær frá. Stuttligt var at fáa hetta gamla orðið úr Dali langt aftan á, at vit høvdu gjørt orðið kunning fyri skúlalærugreinina ‘orientering’, ið kom fyrst í 1960-árunum, og síðan tá er sandoyarorðið at kunna ‘gera kendan’ farið sína sigursferð um landið. Ein kunningarstova er í Havn og onnur í Klaksvík! Tætt málsligt samband tykist hava verið millum Skálavíkar og Nólsoyar, tí mong orð hava vit funnið bert í hesum báðum bygdamálum. Eitt vakurt orð av hesum slag er hvørkikynsorðið kjør, ið merkir ‘tað ið kjósandi er, tað besta av øll- um’. Sagt varð um dalsgarðsbøin, at hann var kjørið í bygdini, og um tvær valagentur í Nólsoy varð sagt, at tær vóru kjørið av ungdóminum. Her er eisini at nevna, at eingin við framburðinum [angjin], sum liv- ir við sítt fríska lív í Nólsoy, hevur verið eitt aðalmerki fyri skálvíksmál og húsvíksmál, men tíverri frættist, at har hevur hesin framburður verið dvínandi nú í langa tíð. Sandoyarmál hevur borið orð fyri at vera gott mál. Tað orðið hava góðir høvundar hiðani styðjað upp undir. At nevna eru Heð- in Brú og Hans Dalsgaard í Skálavík, Mads Andrias Winther og Edvard Hjalt og Bergur Djurhuus á Sandi - og av yngra ættarliðin- um Olavur Clementsen hiðan av Sandi. Tann stóra kvæðaognin, sum vit eiga eitt nú í søvnunum eftir Jóannes í Króki, hevur verið ein ómetalig málslig kjølfesta. At eiga slíkar málgripir festar í huganum hev- ur verið ein aldri trótandi uppkoma við kjamgóðum orðum og orðafellum at taka til í øllum lívsins fømm. Tað hevur verið bæði leikur og álvara at duga at siga tað, ið sigast skuldi, væl og meitlað, annaðhvørt tað var í vertskapi ella í vási. I vandaverki, eitt nú á brimstøð ella í bjørgum, galt um, at orðini vóm fá og tó greið og hoyrdust væl og skilliga - einki við at mutla við saman- læstum tonnum og linum, dreivutum r- ljóðum: tey skuldu mlla fremst á tungu- oddi. Tey, sum hava børn í húsi, kenna til, hvussu væl, ið teimum dámar at leika sær við orð og málljóð, sama um tey fata ella ikki. Stór synd var, at uttanatslæran varð fjónað í skúlunum av misfataðum náms- frøðiligum ídni. Skal lív fáast aftur í kvøð- ing og dans hjá fjøldini, er livandi uttanats- læra eitt hitt fremsta kravið. I hesum sambandi fari eg at nýta høvið til at nevna tað sera ríka orðasavn, sum lá eftir Eyðun Winther, bæði hiðan úr oynni, og tá serliga av Skarvanesi, og aðrastaðni, fyrst og fremst úr Eysturoynni, har ið hann búði og virkaði eina tíð. Hetta savn hevur før-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.