Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 1
Fiti í sild veidd i norður atlantshav^
inum og á firðum i Føroyum
(Fat content of Atlanto*Scandian herring
and faroese Fjordherring).
Eftiv Kavsten Hoydal.
Fitirannsóknir í sild veidd í landnyrðingspartinum av
Atlantshavinum tykja at prógva, at sildin er feitast í juli,
august og september, og at hon er soltnast um várið, áðrenn
æti rættuliga er farið aftur at grógva í sjónum.
Bvamsnæs, Mogensen og Bivnø (1954) funnu, at sild veidd
í Norðursjónum (Fladen Ground — Dogger Bank) var feit=
ast í august, og at hon slaknaði líðandi aftur út á heystið.
Sild veidd í Skagerak royndist eins og úr Norðsjónum.
Einavsson og Stefánsson (1953) funnu í Faxaflóasild
(1949—52) 18,5% av fiti í juli, 20% í september, og í
december var fitin komin niður aftur í 17%. 1 Hvalfjarð*
arsild (1947) funnu teir 16—17% av fiti fyrst í november
lækkandi líðandi niður í 13—14% seinast í februar.
So at siga alla sildina, sum føroyingar veiða, fáa teir á
havøkinum millum 64° og 68° N. og 4° til 12° V. Hon
verður roknað til somu sildagrein (Atlanto*Scandian her=
ring) sum vetrar* og vársildin, ið veidd verður við Noregs
strond frá seint í januar til út á várið og sildin, sum veidd
verður um summarið á Norðurlandinum og Eysturlandin*
um undir íslandi. Fviðviksson (1958), Einavsson (1956),
Devold (1952 og 1953) og Mavty (1956).