Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 2
8
Fiti í sild
Villmark (1958) hevur kunngjørt úrslit av fitikanningum
í norskari vetrar* og vársild fyri árini frá 1953 til 1958.
Fitiinnihaldið í sildini hevur í miðal fyri øll hesi ár verið
12,8% í januar, 12,2 % í fyrru helvt av februar, 11,1% í
seinru helvt av februar og 9,5% í mars. Villmark hevur ikki
nógv tøl frá øðrum árstíðum, men frá 1954 eru kannaðir
5 sýnislutir av sild veidd í seinru helvt av juli, og 6 sýnis*
lutir av sild veidd í august á sama havøki sum tað, Før^
oyingar veiða á. í juli var miðalfitin 18,7°/o, í august 20,5%.
I einum sýnisluti av sild veidd 21. august var serstakliga
nógv fiti 24,1%, í hinum sýnislutunum vóru frá 17,6%
og upp í 22,0 %.
Ætlanin við teimum tølum, sum høvundurin leggur fram
í hesi ritgerð, er at geva eitt uppískoyti til lýsingina av,
hvussu fitiinnihaldið í vetrar» og várgýtandi havsild broyt*
ist við árstíðini. Tølini frá teimum føroysku rannsóknunum
samanborin við kanningar av norskari vetrar* og vársild og
av sild, sum norskt havrannsóknarskip (G. O. Sars 1954)
hevur veitt á sama havøki, sum Føroyingar veiða á, geva
eina mynd av fitiinnihaldinum alt árið.
Egnar rannsóknir.
(Own investigations).
í 1951 fór Fiskiídnaðarstova Føroya undir at kanna fiti
í sild veidd í havinum norðan fyri Føroyar. Fyribils úrslit
av hesum kanningum tóktu at prógvu, at havsildin var
fullfeit um 1. august, og at hon stóð við til út í oktober.
Síðan fyribils úrslitini vórðu kunngjørd Hoydal (1952), er
bæði fesk og saltað havsild vorðin kannað á hvørjum ári,
og samstundis eru eisini nakrir sýnislutir av fjarðarsild
vorðnir kannaðir.
Sýnislutirnir av saltaðari sild (avhøddað og magadrigin)
eru burtur úr sild, sum veidd er frá seinastu døgunum í
juli og út í fyrstu vikuna av november. Meginparturin av
sild til saltingar verður veiddur í august, september og