Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 9
Fiti í sild
15
Hóast tað, at taltilfarið undir hesi farmynd er heldur
lítið, hevur tað tó verið hildið vert at kunngera úrslitið
av rannsóknunum, sum má haldast at geva eina toluliga
nágreiniliga mynd av broytingini í fitiinnihaldinum í miðal
stórari havsild gjøgnum árið. Hevði størri ella smærri sild
verið kannað, hevði myndin møguligt veri heldur øðrvísi.
At æti fjølgast fyrr á sumrinum summi ár enn onr.ur, og
at nøgdin av æti er ójøvn ár um ár eftir hvussu veðurlag
og vakstrarvánir eru, er valla ivingur um. Tíverri eru tølini
nógv ovfá til at lýsa henda munin millum ár.
Tað er nógv eftirynskjandi at rannsóknirnar halda fram
og at nógv fleiri sýnislutir vera kannaðir hvørt ár, enn líkindi
hava verið til í teimum árunum, sum farin eru. Slíkar kann*
ingar av sildini áttu at veri gjørdar saman við kanningum av
nøgd og fitiinnihaldi í ætinum, soleiðis at broytingin í tí
við árstíðini eisini kom at vera lýst.
Saltað havsild.
(Salted Atlanto-Scandian herring).
Saltað sild hevur verið kannað eftir áheitan frá Lf. Føroya
Sildasølu og øðrum, sum áhuga hava haft fyri at vita góðsk*
una á saltaðari sild, sum flutt verður út úr Føroyum. Rann*
sóknarúrslitini eru sýnd á 5. talvu og 6. talvu.
Tølini sýna, at fitiinnihaldið er heldur hægri í saltaðari
sild enn í feskari. Hetta kemst av tveimum atvoldum:
1. sildin hevur verið kannað avhødda og magadrigin, og
av tí at minni fiti er í høddi og maga enn í kroppinum,
fæst eitt lutfallsliga hægri tal, tá ið fiti verður kannað í
berum kroppinum, enn tá ið sildin verður kannað heil, við
høddi og maga. 2. við saltingina svinnur sildin naka, og
ber hetta at sama borð sum avhøddingin og magadragingin.
Miðaltølini frá kanningini av saltaðari sild fyri øll ár
(6. talva) styðja úrslitið, sum fekst við kanning av feskari
sild. Frá seinru helvt av juli til út í oktober liggur fitin í
sildini toluliga føst um 20°/o, heldur yvir. Ikki fyrr enn