Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 20
26
Máting av avfalli og frárenning
lívd, og her mugu mátingarnar sigast at vera ógvuliga óálít*
andi, serliga táið hugsað verður um hvirlur og at her drepur
uppi. Mátararnir, ið nýttir eru, hava heldur ikki roynst væl
skikkaðir til máting av kavaavfalli, við tað at kavin verður
sogin uppaftur úr tí ovara ílátinum.
Hvussu stórt avfallið á avfallsøkinum er, roknað upp á
tær ymisku ættirnar, er ikki kannað; men víkja umstøð*
urnar har uppi ikki munandi frá teimum niðri við mátt*
arstøðina, har tílíkar mátingar eru gjørdar trý tey seinastu
árini, fáa vit í meðal um árið fyri hetta tíðarskeið:
Ættin A B •
Norðan 37 dagar 6,5 ] mm 240 mm
Landnyrðingur 37 » 7,3 » 270 »
Eystan 63 » 5,6 » 350 »
Landsynningur 31 » 6,8 » 210 »
Sunnan 30 » 15,3 » 460 »
Utsynningur 47 » 11,1 » 520 »
Vestan 50 » 12,0 » 600 »
Utnyrðingur 40 » 10,2 » 410 »
Stilli 30 » 2,0 » 60 »
A vísir, hvussu nógvar dagar um árið hann hevur verið
norðan, landnyrðingur o. s. fr.
B vísir avfall í mm upp á dag og ætt.
C vísir avfall í mm upp á ár og ætt.
Tølini samsvara toluliga tí frágreiðing, Kiilerich5 gevur
um veðurlagið. Tó vísir tað seg, at hann oftast hevur verið
eystan og ikki, sum Kiilerich sigur vestan og útsynningur;
men mátingarnar eru sum sagt bert gjørdar í 3 ár og eru tí
heldur óvissar.
Hvussu avfallið fellur ymsastaðni á avfallsøkinum á somu
ætt vita vit ikki; men tann stóri hæddarmunur átti at ført
við sær, at á fjallasíðunum undan vindinum kemur minni
avfall (føhnvindar) enn á tær, sum venda í ættina. A nevnda