Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 24
30
Máting av avfalli og frárenning
sum nevnt mugu haldast at vera mest álítandi, hevur hetta
ikki havt stórvegis at týða. Eitt er at hann leggur ikki
nógvan kava her niðri, annað at kavin vegna tær góðu
veðurumstøðurnar verður lutvíst mátaður. Á avfallsøkinum
harafturímóti er stórur partur av avfallinum í vetrarhálvár*
inum smáar tættar kavaflykrur, og mugu vit tí her rokna
við rættuliga skeivum mátingum, serliga í desember, januar
og februar mánað. Eitt ætl um hendan skeivleika fáa vit
við at samanbera samsvarandi mátingar í ávíkavíst hædd*
arstigi 5 og 3—400. Vanliga veksur avfallið, hægri vit koma
upp. Um so er, at hesin vøkstur er hin sami fyri alt árið,
kunna vit við at finna hæddarvøksturin í summarhálvárin*
um, tá ið tátt er, ætla um, hvussu nógv mátini í fjøllunum
hava víst ov lítið í vetrarhálvárinum. Verða mánaðirnir mai,
juni, juli, august og oktober tiknir við, tá hæddarvøksturin
verður útroknaður, fáa vit hetta úrslit:
Hæddarvøkstur í 1952 = 60%
» í 1953 = 53%
» í 1954 = 61%
» í 1955 = 36%
» í 1956 = 53%
» í 1957 = 39%
1 meðal fyri hetta 6 ára tíðarskeið verður hæddarvøkst*
urin 50%.
Tillagingin — ella leiðrættingin — av mátingarúrslitinum
er gjørd soleiðis:
1. I hæddarstigi 5 verður roknað við:
a. 10% verða løgd út fyri í mánaðum við nógvum kava.
b. 5% verða løgd út fyri í mánaðum við minni kava.
2. Á avfallsøkinum:
a. Fyri mánaðarnar mai, juni, juli, august, september og
oktober verða nýtt tey hægstu mátingarúrslit, ið ber*
ast fyri.
b. Fyri mánaðarnar november, desember, januar, mars
og apríl verða nýtt tey tillagaðu mátingarúrslitini frá