Fróðskaparrit - 01.01.1958, Síða 41
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
47
fremmandabømini: Fimm vóru meira enn 12 ár (av teim=
um 4 meira enn 14 ár) og tvey ímillum 4 og 7 ár. Tey
fyribils hjáverandi børnini vóru øll 10 ára gomul ella minni.
Á hendan hátt komu at vera tilsamans 727 børn (353 d',
374?) við í rannsóknini. Fólkatalið í læknadøminum var
úti við 2300. Børnini undir 15 ár vóru tá 32%, hetta um
vit telja tey 4 ófullføru og dreingin á sjúkrahúsinum uppí
ella ikki.
Arbeiðið vardi sum nevnt í 6 ár, frá 1945 til 1950, og
fór fram soleiðis, at 2 ella fleiri bygdir vórðu kannaðar
hvørt ár. Rannsóknin var fyri tær 18 bygdir, sum leitaðu
til lækna á Eiði. Tvær av hesum bygdum við 56 børnum
tilsamans eru nú at kalla samankomnar og hava skúla saman.
Tær verða í rannsóknini roknaðar sum ein. I eini aðrari,
heilt lítlari bygd var bert eitt barn; tað var flutt til granna*
bygd. Tað verða so her 16 bygdir. Barnatalið sæst á 1.
talvu.
5 bygdir høvdu færri enn 25 børn
5 bygdir høvdu millum 26 og 49 børn
5 bygdir høvdu millum 50 og 74 børn
1 bygd hevði 157 børn
1. talva. Barnatalið í kannaðu bygdunum.
Rannsóknirnar byrjaðu einki ár fyrr enn 1. apríl og end*
aðu seinast í juli. 1 allraflestu bygdunum fóru tær fram í
mai og juni. í einari bygd, við 62 børnum, var neyðugt at
drála við rannsóknini, til í august mánað.
Áðrenn farið varð undir arbeiðið, vórðu prentað útfylling*
arbløð. Á teimum vóru teigar til: Navn, føðingardag og
føðingarár, rannsóknardagin og fyrr havdar sjúkur. Har
afturat: Pirking, hædd, tyngd, land og hæmoglobin. Sein*
astu tvær rannsóknirnar vórðu tó ikki gjørdar, uttan okk=
urt var, ið kundi benda á, at ikki var rættvorðið. Her verða