Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 42
48
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
nú settar í bólkar allar tær sjúkur, sum børn tíðum hava
ella bera merki eftir.
Fyrst sjón og hoyrn, so um pinkubarnið hevði cranic*
tabes, bungutar tubera parietal. et front. og síðan breiddin
á fýrstrendu kelduni. Teir fimm bólkarnir, ið so koma, eru
um tenn, munn og háls (góma, svølg, mandlur og margføtb
ur (vegetationes adenoides)), húð og hold, avskapingar av
bringuni og eitlarnar undir húðini. Síðan ryggurin (kyfosis,
scoliosis o. s. fr.), hjarta, lunga, tarmalop (nalvalop og lop
fyri rørunum) og beinini (Calve — Legg — Pertes’ og Os=
good—Schlatters sjúka, luxatio coxæ cong., føddur við
mjadnum úr lið, kálvakníggjaður, hjólbeintur, slættiljaður
o. tíl.).
Tá ið vigað varð og mált og ryggurin varð kannaður,
var barnið nakið. Vigað var í hvørji einstakari bygd við
fjaðravekt, sum høvundurin hevði við, og sum vísti heil
og hálv kg. Vektin omaná var so lítil, at ikki bar til at
viga uttan at standa. Tey smáu børnini, ið ikki dugdu at
standa ella ganga, vórðu tí vigað í bismara; men hann var
ikki altíð tøkur, og nøkur pinkubørn vórðu tí ikki vigað.
Mált varð við centimeturmáli — alla tíðina sama málið;
tað varð við teknistift fest í bróstið nakrar fáar cm burtur
frá einum durastavi, ið stóð 4—5 cm fram um bróstið.
Tann ið málast skuldi, stóð so rættur, sum hann kundi,
og vendi bakið og nakkan ímóti bróstinum og centimet*
urmálinum. Síðan varð ein lítil rætthyrntur kassi settur á
høvdið á barninum, annar endin ímóti bróstinum og cent=
imeturmálinum og ein síðan ímóti durastavinum.
Tá ið ryggur og lendar vórðu kannað, stóð nakna barnið
við ørmunum niðurvið og bakinum vendum ímóti ljósinum.
Tey brek í limalag, sum hvurvu, tá ið barnið rætti seg,
so væl tað kundi, verða ikki tald við her.
Mandlur og eitlar hjá øllum børnunum eru kannað. Eis*
ini varð kannað eftir margføtlum, um okkurt var, ið bendi
tann vegin. Hesi yrkisgøgn og hesir vøkstir verða ikki tikin
við her. Bert fá høvdu eitlatrota, og var hann, eitt barn