Fróðskaparrit - 01.01.1958, Síða 45
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
51
Helvtin av teim 32 smittaðu børnunum høvdu, sum 2.
talva vísir, havt sjúkur, ið stavaðu frá hesi tuberklasmittu.
Tær í talvuni nevndu tuberklasjúkurnar eru tílíkar, ið van>=
liga koma beint eftir smittuna, ella fyrstu mánaðirnar aftaná.
Barnið við lungahinnubruna og tuberklum í bringubeinin*
um er einki undantak — seinni nevnda sjúkan tók seg upp
5 mánaðir seinni enn hin.
Fjúrtan vóru farin at vísa positivt uttan tó at hava nakað
tekin til sjúku. Tá ið vísingin — alloftast av tilvild — var
vorðin kunnug, var eingin av næstingunum, ið visti at siga
nakað um hita, ið ætlandi kundi hava verið smittuhiti. Væl
kann hetta vera av tí, at ikki hevur verið givið nóg væl gæt«
ur, ella at tað er gloymt. Høvdu øll verið kannað við
Røntgen í røttu løtuni, er trúligt, at fleiri trútnir lungnaeitlar
og lungnabroytingar vóru funnin. 2. talva hevði tó kann
henda verið eitt sindur øðrvísi vorðin.
Smittuhiti........................................ 7
Smittuhiti við knútarósin ........................ 1
Smittuhiti við knútarósin og at kalla samstundis
lungnatrota og lungnahinnubruna við vatni
vinstrumegin.................................... 1
Smittuhiti við lungnatrota og turrum lungnahinnu=
bruna .......................................... 1
Tuberklar í eitlunum í lungnarótini og lungnatroti 3
Lungnahinnubruni við vatni høgrumegin............. 1
Lungnahinnubruni við vatni vinstrumegin og
tuberklar í bringubeininum...................... 1
Tuberklar í hálseitlunum.......................... 1
Børn, ið vóru fyribils hjástødd, og sum vit einki
vita um......................................... 2
At vísa seg aldri verið tuberklasjúk............. 14
32
2. talva. 32 børnini, ið smittað vóru við tuberklum.