Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 50
56
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
— yvir og undir 7 ár — eins og børnini í Holsts ritgerð.
Trúligt er, at Holst upp í børnini undir 7 ár bert hevur
tikið tey, har ið tenninar vóru farnar at bredda. Er tað so,
mugu vit draga tvey børn frá við Gjógv og tvey frá í
Elduvík, tí her vóru tilsamans 4 av 6 børnum, øll undir
1 ár, tannleys (1,4, 5 og 9 mán.). Gjógv fær so 27 børn,
av teimum høvdu 13 brendar tenn. í Elduvík verða hesi
tølini 9 og 1. Tá ið tey tannleysu verða drigin frá, fáa vit
við Gjógv 48°/o og í Elduvík ll°/o. Sama um vit taka 48
og 11% staðin fyri 45 og 9%, so vísir samanburðurin
ímillum 4. og 5. talvu, at talið á børnum undir 7 ár við
brendum tonnum við Gjógv og í Elduvík er minkað at
kalla niður í helvt hesi 10 árini ímillum rannsókn Holsts
í 1936—37 og ta, sum framd varð í 1949 og 1946: Við
Gjógv var batnað úr 75% niður í 45%, í Elduvík úr 25%
niður í 9%. Leggja vit tølini saman í báðum bygdunum,
bæði frá 1936—37 og 1949, 46, fáa vit við fyrru rannsókn
65% og við seinnu 35%.
Øðrvísi er við eldru børnunum. Prosentið við brendum
tonnum frá 1949 og 1946 hjá børnunum yvir 7 ár og undir
15 ár við Gjógv og í Elduvík (5. talva) er eitt sindur lægri,
enn samsvarandi tøl frá 1936—37 viðvíkjandi børnunum á
7—16 ára aldri (4. talva): 88 og 67 móti 100 og 80%.
Orsøkin kann sjálvandi vera munurin á aldri hjá hesum
báðum bólkum, ið bornir vera saman: 7—16 og 7—14 ár.
Samanløgdu tølini á 4. og 5. talvu viðv. børnum á 7—16
og 7—14 ára aldri eru sambart Holsts rannsókn 94%, og
sambart reglubundnu rannsóknina í 1949 og 1946 86%, tøl,
ið eru at kalla eins stór.
Kofoed5 fann í 1939, at 92% av børnunum í fólkaskúb
anum í Klakksvík høvdu brendar tenn; hetta eru ætlandi
børn 7 til 13 ára gomul. Talið hóskar væl við talið, ið
fingið varð viðvíkjandi børnum á 5—14 ára aldri í Eiðis
læknadømi í 1940—45: 86°/o (3. talva). 1 millum* og realskúb
anum, har næmingarnir munnu hava verið ímillum 11 og
15 ár, er talið 94%. Eisini hetta prosentið svarar væl til