Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 51
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
57
tað her funna prosentið hjá 10 — 14 ára gomlum: 90°/o
(3. talva).
6. talva er samandráttur av teim rannsóknum, ið her eru
nevndar: Vit síggja her, at børnini í Eiðis læknadømi náttúr=
liga skiftast sundur í 2 bólkar: smærri og størri børn,
markið er við 4—6 ára aldur.
Smærti børn
Ár Kannað børn Aldur Við br. tonnum 0/0
1925 50 2—4 ár 72 Eiðis læknadømi
1936-37 20 0-6 * 65 (Holst) Gj. og Elduv.
1945-50 160 2-4 . 43 Eiðis læknadømi
1949, 1946 40 0-6 » 35 Gjógv og Elduvík
Størri børn
1925 100 7—13 (14)ár 74 Skúlin á Eiði
1936-37 36 7—16 ár 94 (Holst) Gj. og Elduv.
1947 62 7-13 , 92 Skúlin á Eiði
1949, 1946 49 7-14 * 86 Gjógv og Elduvík
1945-50 463 5-14 . 86 Eiðis læknadømi
6. talva. Heildaryvirlit. Tey kannaðu børnini: Kanningarárið, barnatalið,
aldurin og prosent við brendum tonnum.
6. talva vísir, at tenninar hjá smærru børnunum í Eiðis
læknadømi eru stórliga batnaðar, taka vit prosentið av børm
um við brendum tonnum í tíðini frá 1925 til 1945—50. I
1936—37 hóma vit batningina, men hon kemur sjónskari
fram í 1945—50: í 1925 høvdu 72 av 100 børnum brendar
tenn, í 1936—37: 65 og í 1945—50: 35—43. Men hjá størru
børnunum veksur talið við brendum tonnum ógvuliga nógv
frá 1925 til 1945—50: úr 74 til o. u. 90%.
Ikki er heilt lætt við vissu at vísa á, hví so stórur mun<
ur er í 1925 og 1945—50 á tonnunum hjá smábørnunum í