Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 58
64
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
færri enn 24 av 95 børnum (26°/o) bert var øðrumegin, og
nógv oftari vinstru* enn høgrumegin (lutfallið 20:4). Hjá
10 av teim 71 við Harrisons foyru báðumegin var týðiligt,
at foyran vinstrumegin var djúpari enn tann høgrumegin.
So bringan vinstrumegin var nógv meira merkt av Harrisons
foyru, enn høgrumegin.
12. Kjølbringa. Hjá 24 børnum (11 d\ 13?), tá ið tey
vórðu kannað, rendust niðasti partur av bringubeininum og
rivjabeinini har eitt sindur fram, og var hetta uttan iva
kjølbringa, hóast broytingarnar ofta vóru ógviliga smáar.
Men so vóru 12 børn (3d*, 9?), ið vóru týðiliga avskapað,
høvdu eyðkenda kjølbringu, sum tó ikki altíð kom líka
langt fram báðu megin. Tilsamans 36 børn (Hd1, 22?) við
kjølbringu og verða tað 5%.
13. Ketilbringa sást hjá 3 børnum (ld\ 2?). Hjá ongum
teirra var kullan so ógviliga breið ella djúp.
14. Bringubeinsendarnir á rivunum standa út. Hjá 33
børnum (16 d*, 17?), 5°/o av øllum, stóðu bringubeinsend=
arnir á rivunum út, annaðhvørt øðru» ella báðumegin, so
har gjørdist krappari ella gævari bogar. Tá ið broytingararn
vóru báðumegin — og tað vóru tær hjá 17 av teim 33 — líktist
bringubeinið, sum at vísa seg var rætt vorðið, botninum
í grunnum, flatbotnaðum báti, botnurin breiður sum bringu*
beinið, og uppbendu rivini gjørdu síðurnar. Tað vóru altíð
fleiri riv, ið uppbend vóru — oftast 3. til 6.; men stundum
sóust at vera enn fleiri og í einstøkum føri færri. 1. ella 2.
riv var stundum hitt ovasta, og 7. var niðasta.
16 børn (48°/o) høvdu broytingarnar bert øðrumegin: 12
høgrumegin, 4 vinstrumegin. Hjá 5 børnum av teim 17 við
bogunum báðumegin, vóru teir størri og meiri høgrumegin
enn vinstru. Eingin vinstrubogi var størri enn tann yvirav.
Hesar avskapingar, tær ið eru øðrumegin, og tær ið eru
meiri øðrumegin, eru, mótvegis Harrisons foyru, týðiligari
høgrumegin enn vinstru.
25 av 33 børnunum við uppbendu bogunum vóru undir
8 ár. So tað eru helst yngru børnini, ið merkt eru. Hetta