Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 60
66
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
Her má tilskilast, at íýra av teim sera týdningarmiklu
lógunum í Danmark frá 1937—46 galda ikki fyri Føroyar.
Tað er lóg um heilsu hjá konu, ið gongur við barni, um
fyribyrging av sjúku og deyða hjá pinkubørnum, um fyrb
byrgjandi heilsurannsóknir av 1—7 ára gomlum børnum og
lóg um skúlalæknar. Høvdu hesar lógir verið gjørdar at
galda í Føroyum, hevði kann henda mangt verið øðrvísi,
og sloppið hevði verið undan mongum av oman fyri nevndu
avskapingum.
22. Slættiljaður. Føturnar á øllum teim rannsakaðu børn=
unum eru kannaðir og vátt fótafar tikið, hvørja ferð minsti
illgruni var um slættil.
Pinkubørnini og tey heilt ungu børnini hava feittfyllu
undir ilini, ilin er tí sløtt, og fótafarið líktist slættilini. Eingi
børn undir fimm ár eru tí tikin við her í fyrstu uppgerðini.
Av eldri børnum eru tilsamans 17 (llc?, 6?), 4°/o av 463,
og teirra millum ein 13 ára drongur, ið var slættiljaður bert
høgrumegin. Uppi í hesum 17 eru trý 5 ára gomul (2d\ 1 ?)
og tvær 6 ára gamlar gentur. Tey eru fleiri, enn vit høvdu
hugsað av hesum 2 yngstu ársnøringunum. Sjey, ið fylt
høvdu 3 ár og fimm, ið vóru 4 ára gomul, høvdu slætt
iljafar. Bera vit saman stóra talið av slættiljaðum á 3—6 ára
aldri, 17 (7—(—5+3—(—2), við nógv lægra talið hjá teim 8
ársnøringunum yvir 6 ár, mega vit ætla, at allraflestu av
hesum smáu børnunum enn hava pinkubarnaslættil, og at
bati er væntandi.
2J. Calve= Legg= Pertles sjúkuna hevði 11 ára gomul smá»
genta við sjúkueyðkenni frá tí, hon var 8 ár.
24. Sjúka Osgood—Schlatters sást hjá 2 gentum, 14 og
12 ára gomlum. Hjá aðrari vinstrumegin, hjá hinari høgru*
megin. Ein 12 ára gl. drongur hevði somu sjúku báðumegin.
25. Ichthyosis og Psoriasis. Ichthyosis sást hjá 4 ára gamb
ari gentu og hjá 2 brøðrum (8 og 13 ár). 3 gentur (allar
yvir 12) høvdu psoriasis. Hendan sjúkan er víða um í Før=
oyum, og Lomholt7 hevur skrivað gjølliga um hana.
26. Diabetes mellitus var ávíst hjá 10 ára gentu búði,