Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 67
Atlantssiðir — Atlantsorð
Eftir Chr. Matras.
Hetta verður meira ein greinarstubbi enn ein fullfíggjað
grein, men tað er vón mín, at lesarin koríini fær hylling á,
hvussu tann myndin er vorðin, sum málfrøðingur, ið roynir
at kanna orð og innihald teirra, fær av sambandi Føroya
við londini uttan um okkum. Røtt verður her, sera stutt,
men eg vóni kortini nóg skilliga, um siðir og orð, orð og
siðir, og um tað, sum vit kunnu lesa av søgu burtur úr
teimum. Eitt høvuðsevni eru tvey nøvn á átutara, sum roynt
verður at seta inn í søguligt samanhang við sið og mál í
grannalondunum.
Tær rannsóknir av geliskum orðum í føroyskum og í
norrønu grannamálum okkara, sum gjørdar hava verið í
hesari øldini, festa í huganum eina landafrøðiliga mynd,
sum er so vorðin: Ein strika sker úr suðri í norður, úr
skotskgeliska økinum um Orknoyggjar, Hjaltland, Føroyar
til íslands, men úr hesi strikuni sker ein onnur eystureftir
og lendir onkustaðni á vesturstrond Noregs. Høvuðsstrikan
suður og norður er skillig, men um hon í einstøkum førum
byrjaði í írlandi, ella á Mon (Isle of Man) ella í Vestur*
onglandi (har er t. d. orðið ærgi'') kvæmt í staðanøvnum),
er ilt at siga. Mest bendir tó á, at hitt skotskgeliska økið,
har norrønar bygdir vóru í víkingatíðini, var rótin á strik*
uni. í hesum viðfangi er eisini vert at vísa á, at orð, sum
*) Um hetta orðið sí Namn och Bygd, 1956, bls. 51—67.