Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 83
Atlantssiðir — Atlantsorð
89
spring, to remove costiveness.» Henda vøksturin ella onkun
tílíkan, sum hevði ella sum fólk hildu hava ta dygdina, at
tey kundu liva av honum einsamøllum, bert við einum
sindri av smøri afturvið, hava føroyingar — og helst eisini
íslendingar — tíðliga lært at nýta. Slíkur kunnleiki man í
katólskari tíð hava verið hentur, tá ið føsta var ella føstu*
dagar.
Um tað skotska og norðurenska navnið slake, ið eins
og tað føroyska er komið úr geliskum, sigur Oxfordíorða*
bókin: «a name given to several species of Algæ, including
marine and edible kinds as Ulva and Porphyra, and also
freshwater sorts, as Enteromorpha and Conferva.» Eftir
John Cameron (The Gaelic Names of Plants, 1900, bls.
135) er tað Porphyra laciniata, sum ber hitt geliska navnið
(«Gaelic and Irish: sloucart, slochdan . . . Slábhcean (in
Lewis)»), men hann leggur afturat, at «in the Western
Highlands» fær eisini grøntarin Ulva latissima sama navn
sum Porphyra. — í Fr. Allan McDonald, Gaelic Words
and Expressions from South Uist and Eriskay (Edited by
J. L. Campbell. Dublin, 1958) er orðið skrivað og týtt so:
«Slócan (Benbecula), Slabhcan (S.Uist), sea sloke, thin
silklike seaweed growing on flattish rocks.» — Reidar Th.
Christiansen (Suderøy—Norn, Maal og Minne 1938, bls.
10—11) nevnir slaucan av Lewis.
Um tað geliska orðið, sum slavak er sprottið av, gevur
Prof. H. Wagner mær hesar upplýsingar: 1 norðurírskum
eitur tað slabhac, sagt: slo:k, í suðurírskum: sleabhac, sagt:
sl’auk. Hitt føroyskdslendska orðið er runnið av einum
tvístavaðum formi slavzk, sum broyttist til sLo:k í norður*
írskum (sbr. enskdrsku formarnar slawk, sloke, sum nevndir
eru í Oxford*orðabókini). Hitt skotskgeliska slabhagan er
komið av slabhac (ífesti: »án). —
Nógv tað merkiligasta atlantsorðið er tað, sum á føroysk*
eitur mirkjalli, m., (Svabosorðb.: Mirkjadla, s. f.; Landt:
Mirkjadlur, m.). Tað hevur so mong sniðini, bæði á norrøn*
ari grund fyri vestan hav og í geliskim máli, at ilt er, haldi