Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 91
Atlantssiðir — Atlantsorð
97
av orði, sum nú ikki er til, men sum eina ferð æt okkurt
sum *muiricheal. Men ber so til at binda henda formin
saman við mircean (Lewis)? Um hetta sigur Magne Oftedal
professari: Var eina ferð til eitt geliskt orð muiricheal, er
ikki heilt óhugsandi, at minkingarfestið >an kundi verið
komið í staðin fyri hitt upprunaliga >al, men —ch— kundi
ikki broytst í —c— sum í mircean, og muir* kundi neyvan
broytst í mir*. Samansetingar við muir* ’sjós haví’ eita í
nútíðarmáli í Lewis at kalla altíð muir*, hendinga ferð mur=.
Ein hugsan, sum lítla próvdygd hevur í sær, er tann, at
forngeliskt *muiricheal hevur alið av sær norr. myrkjal(l)-,
sum so aftur er vorðið nýgeliskt mircean. Úrtøkan hjá M.
O. er, at helst hava vit fyri okkum 3 gelisk orð: 1) mir=
cean, 2) muir(ich)lin og 3) (írskt) muirirean(*in). Tey sein*
astu bæði hava sama forlut, muir, men annars ber ikki til
at finna sambandstráðin millum hesi trý orðini. — H. Wagn*
er professari (Dublin Institute for advanced Studies) hevur
gjørt so væl at siga mær sína meining um henda fløkta
spurningin: hvussu er sambandið ímillum allar teir ólíku
formarnar í geliskum og í norrønum? Við fáum orðum
søgd er hugsan hansara henda: Norrønir menn í Suður*
oyggjum talaðu bæði norrøna tungu og geliska, og tí kundi
tað henda, at marU «sjóí, hav=» í einum norrønum orði
marUkjarni kundi býtast um við geliskt muir=, sum merkti
tað sama, so at ein norrømgeliskur javnformur spurdist
burturúr: *muir=kjarni. í hesum seinna forminum viknaði
hitt norrøna orðið kjarni so stórliga, at tað er illa aftur=
kennandi. Øðrumegin er formurin í Orknoyggjum, Hjalt=
landi og í Føroyum, sum við ljóðfrálíking (dissimilatión)
fekk —1(1)— av seinna —r—’ i (*kjals, =kjalli; hann hugsar
sær ein eldri form *=kjalni, men slíkt ber, haldi eg, av
ljóðligum grundum ikki til). Hinumegin tódnaði =kjarni í
skotskgeliskum burtur í =cean, í írskum í =irin o. s. fr. Men
tað løgna, sum eftir er, sigur H. W., er tað, at orknoyskt,
hjaltlendskt og føroyskt hava tað norrøna taranavnið i e'm=
um geliskum formi!
7