Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 100
106
Kolanøgdin í Suðuroy
er mett til 5.500 acres (4.047 X 5.500 = 22.258.500 m2
ella 2.225 h 85 a), og lagt verður aftur at, at 2 aðrar nýt*
uligar kolalindir eru niðari í sama øki. Kolanøgdina í ov<
astu kolalindini sigur hann nýliga vera mettað til 40.000.000
tons.
Við tað at hesi tøl eru so heilt ólík metingartølunum
framman undan og eisini víkja munandi hvørt frá øðrum,
eigur nakað lítið at verða sagt um tey. Fremst í bókini er
kolanøgdin, sum framman undan nevnt, søgd at vera 120
mill. tons, men einki er sagt um, hvussu hetta tal er fingið.
Hetta er helst eitt tilætlað meðaltal av metingarúrslitunum
sum nevnd eru í teimum ymsu frágreiðingunum. Talið 225
mill. tons hjá Percival Fawler og Renauld er leysliga nevnt
og ikki lætt at skilja. Tað krevur kolalind ella kolalindir
við meðaltjúkd upp á l'/z m um alla oynna. Slíkt er ongan*
tíð ávíst, heldur ikki í frágreiðingunum í hesari bók. Tað
er tí ikki ovmikið sagt at púrt einki hald er í hesum talið.
Eitt aðalendamáli við hini jarðfrøðiligu kortleggingini í
Suðuroy 1952—54 var at kanna eftir, hvussu nógvar tær
nýtuligu kolalindimar vóru. Urslitið sum fekst av hesum
kanningum var tað, at bert 1 nýtulig kolalind er í oynni.
Hetta hóskar væl við eldri rannsóknarúrslit, og vit skulu
tí bert nema við tey metingarúrslit, sum nevnd eru fyri
ovastu kolalindina, hóast tað í teimum ymsu fronsku frá»
greiðingunum ofta verður tikið til 3 nýtuligar kolalindir.
Líta vit eitt sindur gjøllari at hesum tølum, so sæst, at
tølini fyri kolavíddina víkja ikki stórvegis frá tølunum hjá
mongum øðrum. Evnistyngdin — 1,3531 — er eisíni roknað til
at vera um leið hin sama — 1,35 — sum aðrir hava nýtt. TøU
ini fyri kolatjúkdina afturímóti víkja stórliga frá, og tað er
hetta, sum munin ger. C. D’Ornano roknar meðaltjúkdina
at vera 1,65 m, og at døma eftir tølunum hjá Renauld ger
hann tað sama. Sum framman undan nevnt hendir tað seg,
at kolalindin er so tjúklc, men hetta er so nógv ovstórt
meðaltal og tikið bert eftir tveimum mátingum (í Bláfossi
og í Øxlini). Helland metir meðaltjúkdina til 0,6 m, Forch*