Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 104
110
Kolanøgdin í Suðuroy
í Knúk norðan fyri Fámjin, har hon er 425 m. o. sj. Hiðani
gongur hon eystur í Hovstúgvuna. Til at fáa greiðu á sjálv*
ari lagskipanini og kolatjúkdini vóru mátaðir út við 100
styttri og longri gjøgnumskurðir, hóskandi spjæddir um alt
kolaøkið. Eftir teimum at døma er kolalindin vanliga tjúkk=
ast sunnam og vestantil, tynnist norður* og eystureftir.
Vestantil á oynni tóktist lagskipanin ikki at vera stórvegis
órógvað, men eystantil á landinum vístu rannsóknirnar heilt
øðrvísi úrslit. Her er kolalindin mangastaðni órógvað og
stundum týnd av seinri eldgosum og innskotnum blágrýti.
Við tað at kolavinna har eysturi tí verður ógvuliga torfør,
fara vit at býta kolaøkið sundur í eitt vestara kolaøki, vestan
fyri linjuna Nes—Trongisvágur og eitt eystara kolaøki, eysF
an fyri somu linju. Kolaøkið vestantil á oynni verður tá í
fýra pørtum: I. Grímsfjall 2. kolið millum Hvalba og
Trongisvág J. kolið sunnan fyri Trongisvág og 4. Kolara>=
heyggjur (Hovstúgvan). Kolavíddin í Grímsfjalli er 1,36
km2 og kolatjúkdin 19 cm í meðal (4 gjøgnumskurðir), kola=
víddin millum Hvalba og Trongisvág 11,00 km2 og kola*
tjúkdin 72 cm í meðal (20 gjøgnumskurðir), kolavíddin
sunnan fyri Trongisvág 2,60 km2 og kolatjúkdin 79 cm í
meðal (15 gjøgnumskurðir), kolavíddin í Kolaraheyggi 0,24
km2 og kolatjúkdin 25 cm í meðal (3 gjøgnumskurðir).
Viðvíkjandi spurninginum um eina ella fleiri nýtu=
ligar kolalindir, fóru kanningarnar fram á henda hátt.
í Skarvgjógv vestantil á oynni varð tvørskurður mát=
aður gjøgnum bergið, frá sjóvarmálanum upp á kolarókina
(0—245 m) og grótslagið hamranna millum gjølla kannað
allan vegin uppeftir. Tað var royðugrót og gosillska, men
undir báðum teimum ovastu homrunum undir kolarókini
vóru leirlindir, 4 og 6 m tjúkkar. Hesin tvørskurður og
serstakliga leirlindirnar báðar vórðu tí eftirkannaðar um alt
kolaøkið, summastaðni, har tær lógu berar, og aðrastaðni
har grivið varð omanav. Mangastaðni vóru tunnar kolafláir
ella Æísar — vanliga 2—10 cm — í teimum; t. d. í bergim
um fyri vestan, undir Bergsleiti, eystur við sunnara land*