Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 105
Kolanøgdin í Suðuroy
111
inum á Hvalbiarfirði, í Hvannhaga, upp norður úr Trongis*
vági, í Rossarók, í Rangabotni og norðan fyri Fámjin;
aðrastaðni sást einki til kol í hesum fláunum. í sunnaru
helvt á oynni vórðu gjøgnumskurðir mátaðir og settir x
sovorðið samband við áðurnevnda gjøgnumskurð úr Skarv>=
gjógv, at teir tilsamans vóru ein um leið 900 m høgur
gjøgnumskurður gjøgnum allar fláirnar í Suðuroy upp undir
ovastu kolalindina. Eins og norðan fyri varð grótslagið
hamranna millum kannað, og á 10 støðum í sunnaru helvt
á oynni sóust heilt tunnar kolafláir ella íflísar. Tað er tí
eingin ivi um, at bert ein nýtulig kolalind er í Suðuroy,
men tunnar kolafláir og *flísar eru vanligar mangastaðni í
oynni undir hesari lindini.
Verður roknað við oman fyri nevndu tølum fyri kolavídd
og ítjúkd og meðalevnistyngdini 1,35, sum royndir við
fleiri sýnislutum góvu til úrslit, verður ein fyribils meting
av kolanøgdini í vestara kolaøkinum sovorðin:
1. Grímsfjal): Vídd Evnistyngd Kolatjúkd 1,36 km2 1 1,35 19 cm 1 348.840 tons
2. Kolaøkið millum Hvalbiarfjørð og Trongisvág: 11,00 km2) 1,35 10.692.000 tons
Vídd
Evnistyngd
Kolatjúkd 72 cm J
3. Kolið sunnan fyri Trongisvág: Vídd 2,60 km2 )
Evnistyngd 1,35 } 2.772 900 tons
Kolatjúkd 79 cm J
4. Kolaraheyggjur: Vídd 0,24 km2 )
Evnistyngd Kolatjúkd 1,35 25 cm J 81.000 tons
13.894.740 tons
Av hesum út við 14 mill. tonsum av koli mega vit ætla,
at um leið 2 mill. eru høgdar ella innibyrgdar. eftir vera
so um leið 12 mill. tons tá kolið í Grímsfjalli og Kolara=