Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 112
Toftarannsóknir í Fuglafirði.
Eftir Sverra Dahl.
LANDSLAGSLÝSING
Bygdin í Fuglafirði stendur sum í einum potti; frá botn*
inum reisa fjøllini seg sum ein 500—700 m høgur garður
aftanfyri og uttan um bygd og fjørð og steingja fyri øllum
útsýni — eisini til havs. Uttanífrá, frá Leirvíksfirði og Djúp-
urtum, sæst fjarðarmunnin men eingin bygd; hon er væl
fjald innast í fjarðarbotninum, sum nú er albygdur.
Visti tú ikki betur, hevði tú hildið hetta verið heldur
unga niðursetubygd, so bondskliga er nútíðin farin fram
móti teirri eldru búsetingini. Gamlir bústaðir eru núver*
andi býlingarnir í Toftum eystast við Skarðsá, onnur stór*
áin, ið rennur oman gjøgnum bygdina, uppi við Garð í
miðjuni og heima við Gjógvará vestast við hina stóránna,
Gjógvará.
Har Gjógvaráin kemur oman á toluliga slætt, hevur hon
gjøgnum tíðirnar lagt frá sær mikla oyri, ið hevur givið
lendinum har um vegir navnið (heima) á Oyrini.
Fyrr hækkaði lendið báðu megin ánna líðandi niðan frá
sandoyrini; nú er lágur bakki fyri, áðrenn valling tekur
við. Vallaða økið eystan fyri ánna er slættari og víðari
enn vestanfyri, og har er tað, at toftirnar, sum her skal
verða greitt frá, vórðu funnar.