Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 114
120
Toftarannsóknir i Fuglafirði
aftur, og nú hann, várið 1957, grevur fyri grundini, kemur
hann á ymist, sum sýnist at vera gamlar toftir. Herluf
Berthelsen, skrivari sóknarstýrisins, boðar 7. juni sama ár
Fornminnissavninum frá hesum.
Dagin eftir varð farið norður, hugt varð at tí, ið funnið
var: laðað grót, eitt spjaidur við búmerki (?), 2 bátaborð
og nakrir bitar av «viðjabonđum».
Við vón um at fáa gjøllari greiði á málinum, varð nú
grivið í landnyrðingshorninum á útgrivna økinum og komið
beint á sunnara enda av eldstaði o. u. 1 m undir svørð=
inum; upp aftur djúpari vórðu funnin tilevnað fitisteins*
brot.
Nú vissa var fyri fornum toftum á staðnum, samtykti
landsstýrið at friða lendið til seinri rannsóknar.
Rannsóknin kom í lag summarið 1958.*) Skjótt vístu tofta*
leivdirnar seg at vera størri og meira umfatandi enn í fyrsta
umfari mett. Fyri eystan fóru tær inn undir grundøkið hjá
Trónda Johannesen, sum vinsamliga gav loyvi at grava
eisini har; fyri sunnan var so nógv burturbeint av gravs
ingini fyri grund, at ikki loysti seg at gera meira har enn
grava gryft allan vegin oman til sandoyrina; fyri vestan
stóðu úthústoftir og nýtt hoyggjhús ella hjallur, ið forð*
aðu; fyri norðan var akvegur, sum grivið varð niðan í so
langt sum gjørligt. Hetta, og ravmagnssteyrur, sum seinri
vísti seg at standa omaná gomlum toftaveggi, er atvoldin
til, at útgrefstrarmarkini eru so sum tey eru (2. mynd).
Mátingar.
Settar upp vórðu mátingarlinjúr kumpasrætt N.-S. og
E.-V. Níørvin á tekningunum er misvísandi norður. Sum
fast hæddarmerki er nýtt gjarmarkið, hálvfløddur sjógvur.
Við tað at ikki hevur ligið fyri at fáa skurðtekningar
*) Hjálparmenn vóru eitt skifti fyrst Peter Petersen, stud. tbeol.,
seinri Arne Thorsteinsson, stud. mag.