Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 116
122
Toftarannsóknir í Fuglafirði
Toftaleivdirnar.
Niðast vinstrumegin á 2. mynd sæst ein stórur jarð»
klettur; frá honum yvir móti útgrefstrarmarkinum við klettin
høgrumegin og oman suður móti sandoyrini er tað økið,
sum Poul Petersen hevði grivið fyri grund. Nú hetta varð
reinsað, vísti seg, at sunnari endi av tí eldstaði, ið funnin
varð árið fyri, bara er 27 m niðan norður frá sjóvarmála
niðri á sandinum og 6,5 m frá vallaðu bakkatromini.
Tvør* og longdarskurðir vístu, at svørðurin her var o. u.
3,20 m yvir sjóvarmála; undir honum var mold, sum varð
meira og meira mókend, tess djúpari komst; í mókendu
flónni vóru skilligar lindir av fínum sandi, øsku og træ«
sprekum. Greitt var beinan vegin, at her máttu vera 2
ella 3 ymsar búsetingarfláir. Seinri kom í Ijósmála, at í
øllum hesum fláum hevur verið bygt um og uppí ferð eftir
ferð, so ilt var at hava skil á toftaleivdunum.
Einastu heilt vissu eru tær niðastu, ið vit her hava nevnt:
hús VI, VII og VIII.
Hús VIII, 2 mynd. Niðan norður frá áðurnevnda jarð*
kletti hevur upprunaliga verið eyrryggur, við halli oman
móti Gjógvará, og óivað eystureftir eisini, soleiðis at eystan=
fyri hann og jarðklettin var lítil lægd, sum menn hava
kosið sær at seta hús síni í. Fyri at spara sær arbeiði, laða
teir vestara veggin á eyrryggin norður frá jarðklettinum
og niðan móti og framvið øðrum jarðkletti, einar 8 m
longur uppi. Tað sum á tekningini sæst er støðið á tí 1,25
— 1,5 m tjúkka ífyllingarveggi, ið vit vita hevur verið 1
m høgur frá niðastu gólvskón til hægstu varðveittu ífylb
ingarsteinarnar. Men ivaleyst var hann upprunaliga væl
hægri, í minsta lagi eins høgur og jarðkletturin, (-|- 3,34
m) ella o. u. 2 m.
Norðurveggurin var allur rapaður, men grundarlagið púra
greitt; hesin veggur og tann vakurt bendi eysturveggurin,
sum eisini er laðaður oman móti einum kletti, eru eisini skilh