Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 122
128
Toftarannsóknir í Fuglafirði
8. Træsprek; meiri og minni tilevnað; eitt lítið kelvi við ferhyrndum
haki beint á miðjuni, 5,5 cm langt, tvørmát 1 cm (funnið millum
eldstað 2 og 4); nøkur eru evnað sum blóðmørspinnar 12,7—18,7
cm langir, 0,7—1,1 cm tjúkkir um bíska endan.
9. Træílát; eitt er oysa, kleimd saman, men kortini ikki meira enn at
skapið sæst, o. u. 19 cm long, sbr. Nørlund10; eitt er holað egg=
klingrut, 12,1X7X3,5 cm (á eystara palli).
10. Leika? talvfólk?; tinna, blonk og fløt undir niðan, ruflut og árund
omaná, tvørmát 2,1 cm.
4. mynd. Høllin kemur undan. Høgrumegin hús VII
við flata «bríkarsteininum» eystan fyri eldstað nr. 2,
undir honum sæst á eldstaðirnar 3 og 4. Vinstru*
megin gólv og rennulok í húsi VIII og støðið
palls og vesturveggs.
The hall becomes visible. To the right, house VII with a flat stone
seat east of fireplace 2; ín the foreground, fireplaces 3 and 4.
To the left, floor and drain cover in house VIII, and sites of
benches and west wall.
11. Svørðslutur; skefti úr viði, leika; av brandinum er bara evarslítið
eftir, og flísar eru brotnaðar bæði av undir. og yvirhjalti. Tess
torførari er tað at sammeta við rættuligu svørðini; eftir fundums
støðum og -samanseting verður kortini borið saman við Jan Peter-
sen12 (bólk L). 011 longdin 7,3 cm; yvirhjaltið, knøtturin, 1,8 cm