Fróðskaparrit - 01.01.1958, Síða 123
Toftarannsóknir í Fuglafirði
129
breiður; av undirhjalti, ið er eggklingrut, 0,9 cm høgt, 0,5 breitt
á miðjuni, eru av longdini varðveittir 1,8 cm (á eystara palli +
1,53 m). 7. mynd.
12. Fjøl, ískorin: brotnað er av øllum 4 síðum; nú 14,7 cm breið, 11,8
cm høg, 1,7 cm tjúkk; upprunalig stødd helst, 16X16 cm. í tveim*
um mótsettum endum sita 2 trænaglar. Fjølin man vera lok ella
galvur á eskju ella kistli. Øðrumegin er skorin bandflætta av
rundaðum tvíbondum; skilligt er, at hvørki er serliga væl ella rætt
skorið; brek eru í og skurðlinjurnar ójavnt djúpar.
Hetta er gamalt motiv, ið hevur verið nýtt langt upp í tíðina,
eisini hjá okkum. Kortini noyða fundumstøðurnar at meta tað
saman við tey mongu fornu dømi, ið til eru, serliga her vesturi
í havi6, '2, 16, 17. (funnin í niðastu gólvflá + 1,50 m). 8. mynd.
13. ílátastavur; laggaður, 1,4X5X0,7 cm (+1,50 m).
14. Klíggjasteinar; til vev, úr fitisteini; annar ímutur øðrumegin, evn»
aður úr grýtubroti, 9,7X6,1X3 cm; sbr. Jan Petersen1* bls. 297,
mynd 159.
15. Klótuangi; telgt hol gjøgnum annan endan, 45X12X6,7 cm.
16. Kvarnarsteinur; úr føroyskum gróti, nógvar flísar brotnaðar av, nú
tvørmát 45 cm, hædd 9 cm (í gryftini suður gjøgnum toftalendið).
17. Vaðsteinur; úr malargróti, 12,8 cm langur, 9 cm breiður, 7,6 cm
tjúkkur; longdarfoyra allan vegin runt í mjásíðunum, í aðra breiðí
síðu er høgdur krossur við eins longum ørmum, í hina bandknútur.
9. mynd.
18. Perlur; úr glasi; ein úr royðugróti? sí: VIII, 5. 2 glasperlur eru
gular við svørtum spølum, tvørmát 0,5 cm, hava møguliga verið
tvífaldar eins og 2 bláar, tvørmát 0,7 cm (allar funnar á pallinum
og kunna tí hoyra til hús VII) sbr. Kvívík3, 12. mynd. 1 lítil grøn,
tvørmát 0,4 cm, ið eisini er funnin á (eystara) palli er uttan iva úr
húsi VIII; hæddartal + 1,27 m.
19. Greinar vid børki á (ikki gjølla kannaðar).
20. Viðjabond.
21. Nævurskrukkur.
22. Flint; ein heldur stór flís (funnin undir «bríkarsteininum» við eld»
stað 2)
Hús VII, J. mynd. Hetta eru í roynd og veru somu
húsini sum høllin, hús VIII, vit hava hoyrt um. Tá ið
tey kortini hava fingið frámerki, er tað tí, at tey umboða
heilt nýggja fundfláarhædd við egnum gólvi og eldstaði.
Kortini er eingin ivi í, at fólk hava búð innanfyri somu
veggir langt tíðarskeið uttan íhald.
9