Fróðskaparrit - 01.01.1958, Qupperneq 127
Toftarannsóknir í Fuglafirði
133
6. mynd. Hús I sæð eystan.
House I, seen from east.
10. Træílát; laggaðir stavir 14,3—17,6 cm langir; og botnfjalir 14,8—
18,0 cm í tvormáti, 0,7—0,8 cm tjúkkar, í fleiri er skorið ella skøvað;
í ein botn 4 sammiðjaðar klingrur. sbr. Roussel16 bls. 136, mynd 122.
11. Træílát; holað úr einum viðarkubba, eitt er trog, klovnað eftir
longdini, 32 cm langt; eitt annað heilt, men sera lítið, 15.5X6X
2.8 cm; eitt 18,4X5,8X2,5 cm er meinlíkt Jan Petersen1* bls. 359,
mynd 196.
12. Træplátur; við nógvum smáum holum og skøvum; funnar saman
vóru: 2 ferhyrndar, 4X4X0,3 cm, við spískum hornum og holi
gjøgnum úti við hvørt horn, 1 sum hinar men við sneiddum hornum,
5,6X0,3 cm; og 1 (brotin) við 2 holum 12,7 cm long, 0,6 cm tjúkk.
13. o-Viðjabond*; ymiskt long og tjúkk, snarað úr baraldarviðjum.
14. Træpetti; nøkur evnað sum blóðmørspinnar.
15. Klinkupinnur; 8,2 cm langur.
16. Eldkrókur?; bogavaxin grein við knøtti á øðrum enda og farvegi
eftir telging ella sliti.
17. Soðspønir; ein sera vakurt evnaður við krossi í miðjum blaði, ið
er sneitt og eitt sindur hjólað á ovaru, árunt á niðaru síðu. Skaft-
endin telgdur flatur á niðaru síðu og 2 hol borað í, óivað gjørt
til tess at leingja skaftið, tá ið tørvaði. 011 longdin 37 cm, skaftið
2.9 cm tjúkt, blaðið 14—15 cm breitt, 1,5 cm tjúkt — 7. mynd; ein