Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 128
134
Toftarannsóknir í Fuglafirði
við sama sniði men minni og við rundum holi í miðjum blaði,
17.6 cm langur, blaðið 7,7 cm breitt.
18. Knarvar; ein hevur hjólaðar endar; ein kílavaxin, er 7,2 cm langur,
2.6 cm breiður í øðrum enda, spískur í hinum, 0,7 cm tjúkkur.
19. Leíuril; óvist, farvegur av seyming sæst oman eftir miðjuni; 27
cm long, 7 cm breið.
20. Jarnamboð; rustað, ferhyrnt, veggvaxið jarnpetti; 14,5X5,2X2,7 cm.
21. Vaðsteinur; við longdarfoyru; 15,9 cm langur, 7,7X9,7 cm tjúkkur
hvønn vegin.
22. Steinkola; rundur steinur, 12,7 cm langur, 12,0 cm breiður, 6 cm
høgur, kulla er høgd í báðar breiðsíður, onnur væl størri enn hin.
23. Metal; 6,1 cm langt runt rør; niður úr tí 3 tungur, 0,8 cm breiðar,
0,2 cm tjúkkar, við holi giøgnum; tvørmát á røri 0,8 cm.
24. Hassilnotur; heilar nøtur og skøl.
25. Nævurskrukkur.
26. Djórabein (ikki gjølla kannað).
27. Trækol.
28. Greinar við børki á; (ikki gjølla kannaðar).
29. Flint.
Hús VI, 2. og 3. mynd. Norður frá jarðklettinum og
vestur úr vesturvegginum á húsum VII og VIII er rúm
bygt ájavnt við høllina. At tað er gjørt aftaná at vestur*
veggurin var laðaður, tóktist í fyrsta umfari ivaleyst, tí
at laðingarhátturin, nýttur var í vesturvegginum, ífylling,
er heilt annar enn hann í endaveggjunum, tvílaðing uttan
ífylling av nøkrum slagi.
Eftir teimum royndum, ið enn eru gjørdar her á landi,
tá ið talan er um forna veggjalaðing, skuldu ífyllingar=>
veggir verið eldri enn tvílaðaðir. Men, tá ið allir hesir
veggir verða tiknir niður á botn, var eyðsæð, at ytra skinn
á vesturveggi er samfast við endaveggirnar; einki sást til
brot ella samankoming og ikki annað enn at allir grundar*
steinar vóru lagdir í senn; 3. mynd.
Hvørt sum er, málinum slepst ikki nærri, tí av ymsum
orsøkum bar ikki til at grava toftina út úr bakkanum.
Gripirnir, ið funnir vórðu í gólvinum, siga heldur einki
um tíð.
Kortini er ivaleyst, at hetta er 5,5 m long stova. Tætt