Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 129
Toftarannsóknir í Fuglafirði
135
við vestara útgrefstrarbenið stendur 2,25 m langur, 0,75
breiður væl laðaður eldstaður, hædd ■ 2,15 — + 2,20
m. (eldstaður 5). Uttan um hann er steinsett tvær ferðir.
Tann ovara steinsetingin er heldur óvandalig, tann niðara
harafturímóti sjáldsama vøkur; hvørgin teirra gongur inn
undir veggirnar, men báðar serliga tann niðara, laga seg
snøgt inn móti øllum veggjum, fram um alt vesturveggja^
støðinum. Ikki er gjøllari kannað, um niðara steinsetingin
fer inn undir eldstaðin, soleiðis sum tað sýnist í tvørskurði.
Omaná hesi steinseting var hørð gólvskón av fínum sandi,
øsku og svartmold; her lógu teir flestu gripirnir.
Áhugavert er, at undir henni var mókend mold, øska,
nøkur telgd træpetti og hópur av smáum, brendum beim
molum. Helst er hetta gamal svørður og leivdirnar burturs
kast úr húsunum vestanfyri (hús VIII), ið so mega vera
eldri enn hetta rúm.
Hæddartalsmunur á gólvi í hesum rúmi -f- 2,04 m og
gólvunum í húsum VII og VIII -j- 1,7 og o. u. -j- 1,4 m
sigur einki; orsøkin er áðurnevndi eyrryggur millum niðara
og ovara jarðklett (undir akvegnum), hann er hægstur her
og lækkar hiðan bæði eystur* og vestureftir.
Undir mókendu moldlindini er grønt, feitt leir, sum sæst
aftur allar staðir undir veggjum, rennum og niðasta gólvi
í húsum VIII.
Gripir í húsum VI
1. Brýni; úr gliturs og leirskifuri; 7,5—27 cm long.
2. Handsnældurennlar; úr fitisteini, ein við krossarmerki undir niðan;
flatir undir niðan, árundir omaná; tvørmát 2,8—4 cm, hædd 1,1 —
2 cm.
3. Metalspenni; lítið, eggklingrut við 4 smáum holum í hornunum.
4. Fitisteinsílátabrot; nógv smá og størri brot, ímut uttan; eitt av
trom, ið er fløt, niður frá henni tykist vera hjólað. (sbr. hús VIII,
2). Yvirhøvur 2,2—2,9 cm tjúkk.
5. Træpetti; nógv, eitt er 5,5 cm langur trænagli.
6. Djórabein; hópur av brendum beinmolum (ikki gjøllari kannað).