Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 132
138
Toftarannsóknir í Fuglafírði
Hús IV, III, II, I. Sum 5. mynd vísir eru, umframt
toftirnar, ið vit hava hoyrt um, fleiri toftaleivdir í ovaru
flógv. Tann, ið nevnd er hús IV, hevur 1 m tjúkkan tví*
laðaðan norðurvegg, og tó at síðuveggirnir eru svikaligir,
geva teir kortini hóming av byggilagnum. Tað og ein borð-
skeyti, sum funnin var í hesi flógv, ið helst er tann sama
sum bátaborðini vórðu funnin í í 1957 (sí bls. 120), gera, at
vit mega halda hetta hava verið neyst.
Verri er við garðsløðunum III og II; tó at III er fer*
hyrnt og gólvkent var í botninum, man tað kortini helst
vera partur av hvanngarði. Báðar grótlaðingarnar II niðan
úr húsum I eru óivað 0,77 m høgir, einlaðaðir veggir, ið
annaðhvørt eru partar av I, ella heldur leivdir av yngri
úthúsum, (hoygørðum?) Hús I er harafturímóti greiðari og
skilliga yngst. Tað vendir mest sum eystur og vestur; av
tí eru útgrivnar 5,5 m, men ivaleyst er, at tað røkkur longur
eystur. Meginparturin av suðurvegginum er fyribeindur,
tá ið grundin varð grivin í 1957, bara útsynningshornið
stendur so dánt Iaðað inn móti jarðklettinum. Haðan fer
tann 2,9 m langi, 0,5 m høgi, o. u. 1 m tjúkki vesturvegg*
urin niðan í útnyrðingshornið, ið stendur væl uppi, o. u.
0,4 m høgt. Allur hesin veggur er settur inn í og á vestur*
vegg hallarinnar. Innsíðurnar á hesum veggi eins og á
norðurvegginum eru greiðar, harafturímóti eru útsíðurnar
ivasamar. Ilt er at siga vist, um veggirnir vóru tvílaðaðir,
sum í støðum sýnist, ella um bakið bara hevur verið laðað
nakað upp og annars verið flagveggur. Rættuligir ífyllingar*
veggir eru teir ikki, men ífylling, mold og smágrót er kort*
ini nýtt millum innastu laðing og ytru baking.
Alt gólvið er vandaliga steinsett við malargróti, og, eftir
miðjuni, við heldur stórum hellum -j- 2,16 + 2,25 m,
6. mynd.
Frásøgn er, at bóndahús stóðu á Oyrini til fyri o. u.
150 árum síðan; einki er til hindurs fyri, at hetta er vest*
ari partur av teimum, trúligast fjósið, sum menn hava
vandað sær um at steinseta og at gera tætt og lýtt. Niðri
í steinsetingini varð funnin ein