Fróðskaparrit - 01.01.1958, Síða 133
Toftarannsóknir í Fuglafirði
139
Gripur
Leirílátsbrot; brúnglarað innan og uttan, ruflut øðrumegin; 5,5X
4X1,7 cm.
ÚRSLIT
Eina ferð í forðum leita menn sær eftir hóskandi stað
at seta hús síni á. Teir finna tað á fløtti niðan frá stórari
oyri eystanfyri Gjógvará. Frá áarbakkanum hækkar lendið
niðan í rygg millum tveir stórar jarðklettar og lækkar aftur
haðan eystureftir. Teir avráða at seta vestara vegg á ryggin
og nýta part av honum sum grundarlag undir palli. Amboð
hava teir bæði at máta og at seta tað bogaða støðið við,
og meira enn, teir kenna luftfallið millum øll tey ymsu
mát, ið eini hús skuldu hava, tá á døgum. Nú verða
tjúkkir ífyllingarveggir av bøllugróti og pallur innanfyri
teir laðaðir. Av tí at lendið vestan= og norðanfyri er hægri
enn inni í húsunum, setur vatn oman eftir gólvinum, teir
noyðast tí at grava rennur, sum taktar verða við hellulok*
um, oman gjøgnum og tvørturum øll húsini. Eisini gjøgnum
túnið (norðanfyri hús V7I) er tvørrenna løgd, helst tann
sama sum kemur út undan vesturvegginum og haðan fer
tvørtur gjøgnum alt gólvið í húsum VIII. Síðan reka teir
tjúkkar stólpar niður í leirbotnin og kúga smágrót rundan
um teir.
Prýðiligur langeldur, (eldstaður 4) verður laðaður eftir
miðlinju húsanna har tey um miðjuna eru breiðast; og at
enda sandur borin á alt gólvið. Stað at sita og sova á
høvdu teir á pallum, rekkjum, fram við veggjunum. Um
lívshátt og lívskor teirra, er lítið at frætta; men ull áttu
teir, fisk veiddu teir og handilssamband høvdu teir við
grannalond. Tann 16—17 m langa høllin hevði verið stór
hús eisini nú.
Sum tíðin gongur, verður meira og meira borið, drigið
og mist á og í gólvið, ið veksur so mikið, at neyðugt