Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 134
140
Toftarannsóknir í Fuglafirði
Svend Poulsen.
8. mynd. Iskorin fjøl; mynsturið strikað upp við
hvítum. (hús VIII, 12), stødd o. u. 3:5.
Board with ribbon ornament (house VIII, 12), 3:5.
verður at hækka eldstaðin (upp í eldstað 3), og at enda
laða heilt nýggjan eldstað, 2. Hesin seinasti man vera
gjørdur í sambandi við umbygging av toftini innan, nú
siður var komin at hava slætthøgdar stólpar, og kanska
skilarúm og bróst. Leingi hava tey búð í hesum húsum,
áðrenn tey av einihvørji orsøk rýma, ivaleyst í náðum, og
taka alt heilt og virðismikið við sær. Tað ið funnið er,
er mest brot av búnýtum og av leikum barna.
Húsini detta inn, mosi og gras krúpa inn eftir allari
toftini; rúm tíð gongur; so kjósa seinri ættarlið sær hesar
toftir at byggja á. Eisini hesi hús, V, falla av og aftur
gongur heldur long tíð, til einhvør fær sær neyst upp her
millum gamlar toftaveggir. Síðan hava menn bygt og virkað
har til henda dag.