Fróðskaparrit - 01.01.1958, Síða 137
Toftarannsóknir í Fuglafirði
143
steinsbollar (VIII, 2) áttu helst at sagt frá víkingaøld; aðrir
gripir sum ískorna fjølin (VIII, 12; 8. mynd) og svørðs*
luturin (hús VIII, 11; 7. mynd), eru so illa farnir, at vitnis«
burður teirra er veikur. Kortini loyva fundsamanseting og
ymis eyðkenni óivað at meta um aldur teirra.
Bandflættuverk, sum á fjølini, hevur verið nýtt heilt langt
upp í tíðina eisini hjá okkum, men nú vit finna tað saman
við nærskyldum bandknúti á vaðsteini (VIII, 17; 9, mynd),
tora vit at bera saman við eins prýddar lutir í øðrum
londum, Noregi17, íslandi6, Grønlandi16, har allir samsvar*
andi gripir, uttan fitisteinsplátan í Grønlandi (miðøld?),
eru tíðarfestir til seinasta part av víkingaøld. Nú er at
siga um skurðverkið á fjøl okkara, at tað ikki er valaverk,
sí bls. 129; t. d. hevur maðurin í einum staði ikki lagt
nóg mikið upp fyri klingruni niðast, við tí úrsliti at tvh
bondini fløkjast. Hetta tykist tó løgið, tí annars er upp*
byggingin klár og føst. Mistakið kundi kortini boðað frá,
at hann hevur skorið eftir eldri fyrimynd, sum hann ikki
var heilt kunnigur við.
Móti hesum mælir tó bandknúturin. Hevði maðurin
verið bundin av fyrimynd, sum lá honum fjart, hevði hann
neyvan givið lykkjum sínum á ferhyrndu fjølini spískar
tungur út í fjalarhornini og høgt tær í vaðsteinin rundar,
so at tær vakrari og liðiligari laga seg eftir eggklingruti
umgerðini.
Afturat hesum kemur svørðsluturin, sum tó at flísar eru
brotnaðar av báðum hjøltum, og brandurin er burtur,
kortini minnir so nógv um svørð í L bólki hjá Jan Peter-
sen'2, at vit hætta okkum at sammeta hann við tey; eisini
tí, at í undirhjaltið á einum hansara, komnir úr Vestureuropa,
funnum í Noregi17, er skorið sama bandflætta sum á fjøh
ini her.
Hetta er heildarsamanseting, sum illa slepst undan, og
sum óivað noyðir okkum at halda gripir okkara vera frá
seinast í víkingaøld ella fyrst í miðøld, o. u. 1000 árunum.
Stuðul undir hesi tíðarfesting er byggilag húsanna, ið,