Fróðskaparrit - 01.01.1958, Side 149
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
155
Føroyum fór at vera væl hægri enn í størri samfeløgum,
av tí at arvaligu ílegurnar her hjá okkum hava minni rása*
rúm. Men í hesum sambandi skal vart verða gjørt við, at
eingin av teimum tilkomnu ófullføru her í Føroyum var
giftur. Sostatt tykjast vit her á landi — í nýggjari tíð ið
hvussu er — at vera sloppin undan tí mikla vansa, sum ikki
er ókendur í øðrum londum, at tey ófullføru leita saman
í hjúnarløg, sum í miklan mun bera ílegurnar longur áleiðis.
Leggja ung ástir saman, verður valla hugsað um arvaligar
ílegur, og hóast sinnissjúka kann vera í ættini, verður iva*
leyst litið á — hevur hon ikki longu tikið seg upp — at
vandin er lítil. Men ófullføri er at kalla altíð skilligt frá
ungbarnaaldri. Hetta tykist at vera ein atvoldin til, at talið
á ófullførum er ikki hægri í Føroyum eins og talið á sinnis*
sjúkum, sum Rasmussen (1953) hevur funnið. Men at tað
altíð er onkur, sum dugir sær ikki hógv, skilja vit, táið
vit í tilfarinum finna, at 7 av tilkomnu ófullføru konu»
fólkunum hava átt eitt ella fleiri leysingarbørn.
í hesi kanning verður ikki vitað eftir sambandi teirra
ófullføru við bygdir og oyggjar, t. e. um munur er á fyrb
komingini ymsa staðni í Føroyum. Tí slík kanning kann
illa hugsast at geva stórvegis úrslit, uttan so at hon eisini
fer út í æsur við skyldskaparviðurskiftum teirra ófullføru.
Seinri árini er so nógv fólk flutt av smærri bygdum til
summar stórbygdir, at ansast má gjølla eftir hesum, áðrenn
nakað verður sagt um hesar spurningar. Kortini er tað
heilt skilligt hjá honum, ið lesur yvirlitstalvuna, at tey
ófullføru eru trunkað saman í ávísum bygdum ella bygda«
løgum, og at í summum — viðhvørt heilt stórum — bygd*
um eru fá ella eingi at finna. Hetta tykist at benda á —
undra kann tað ongan — at summar ættir eru fongdar við
hesum brekum. Kanska tilfarið kann seinri verða nýtt til
støði undir gjøllari kanning av hesum viðurskiftum.
Aldursskipan teirra ófullføru sæst á 1. talvu. Henda
aldursskipan er ikki hin sama sum í føroysku tjóðini
annars, ið skipað í somu bólkar (manntalið 31.12.1950)