Fróðskaparrit - 01.01.1964, Page 127
Sólund : Súlund
135
verður »øvinda, tígginda« fyri øvunda, tíggjunda). í 1780=
árunum er tað á fyrsta sinni skriftfest. Um Nicolai Mohr
sjálvur hevur hoyrt orðið og skrivað tað upp. ella tað er
J. C. Svabo, sum fann tað á Føroyaferð síni í 1781—82,
víta vit ikki. Men tað er bert til í tí handritinum av Svabo*
orðabókini, sum N. M. hevur skrivað (Ny kgl. Saml. 1287.
fol.). Har er orðið súlurtdaður sagt at vera lýsingarorð, sum
ikki er til uttan í hvørkikyni í orðafellinum »alt var súh
undað«. Greinin øll er henda: »Sulundavur adj. adhibetur
tantum in genere neutro et in hac locutione: alt vear súU
urtda, alt var til Ende, forbi ell. opædt, omne consumtum
fuit. Isl. solundaz, occidere, disparere, deperdi, ab sol, &.
undir, deorsum, sub horizontem.® Annars er orðið ikki
uppskrivað fyrr enn í okkara tíð. Símun av Skarði hevur
(1931, frá konu, sum slektað var úr Elduvík) súlundaður
adj. við donsku týðingini »opbrugt, ødelagt.« Aðra upp*
skrift hevur S. av Sk. (eisini frá 1931), úr tátti, sum hann
hevur lært í Kunoynni (hildið er, at tátturin er komin
hagar av Skála). Her man merkingin vera »uppi, etið upp
á svaðasvørði«: »Tá ið alt var súlundað / læt hann aftur
knarva / Tann sum elstur av tykkum er / hann skal fylgsnið
arva. / / Fyrsti skal arva fylgsnið / annar skal arva jørð /
Triði skal arva tað besta / tað er mín lendagjørð.« Vit taka
nú nøkur dømi afturat, sum eins og hesi bæði seinnu, eru
úr tilfarinum hjá føroysku orðabókini. Tá ið sagt verður
eitt nú: Nú er alt súlundað, merkir tað aloftast »nú er
(ofta óvæntað) tikið so nógv av einumhvørjum, at einki er
eftir,« »nú er alt farið ella mist,«. »nú er endi í hendi,«
(ofta um mat, sum pískað hevur verið av) »etið upp á
svaðasvørði« o. tíl. Eisini sum gerðsøgn er orðið til. At
súlunda er »at taka alt, so einki er eftir, gera bart, gera
enda á,« eisini »eta upp á svaðasvørði«: Nú hava tit súb
undað tað (sagt t. d. við børn, sum hava gingið á okkurt
matkent, so einki er eftir, tá ið til skal takast); teir munnu
fara at súlunda (»súlenda«) tað til síðst (t. e. basa tí ella
gera enda á tí; Skopun); (nýtt við hvørjumfalli; Heðin Brú,