Fróðskaparrit - 01.01.1964, Síða 207
Ríki Jákup í søgn og søgu
215
Sakaris Joensen, sum í jarðarbókunum stendur skrivaður
sum bóndi í Koltri frá 1584 til 1628, hevði frá 1600 eisini
festi á Velbastað. Søgnin sigur, at Ríki Jákup var slektaður
av Velbastað, og skjølini vísa, at hann skrivaðist Zacha*
riassen, so her ber væl til at slútta sær, at Sakaris í Koltri
ella á Velbastað var pápi hansara. Men søgnin mótmælir
við orðinum »fátæksmanssonur«. Sakaris, sum hevði átta
merkur í Koltri og minst fýra merkur á Velbastað, kann
ikki sigast at hava verið fátækur maður.
Teir, ið siga frá søgnum, kunna mangan minnast skeivt,
eitt nú tíð og stað, men teir mistaka seg sjaldan í tílíkum,
sum viðvíkur stætti og ætt. Tað ævintýrkenda í ævisøgu
Ríka Jákups er júst tað, at hann var komin av fátækum
fólki, men sum tann eydnumaður hann av sonnum var, ið
hevði góða eydnu til alt uttan til hønu, kom hann at verða
ein av landsins størstu óðalsbóndum.
Nú vil so væl til, at vit í stuttum líki hava ævisøgu
Ríka Jákups av hansara egna munni. 1691 og tvey ár seinni
vitnaði hann í eini marknatrætu millum Velbastað og Hoy=
vík, og frásøgn hansara ljóðar nakað soleiðis:
Tá ið hann sum 15 ára gamal drongur var heima hjá
foreldrum sínum í Kaldbak, bað Aggusteinis Lydersen í
Hoyvík hann til fjals [her kemur so tað, sum viðvíkur
trætumálinum], og tænti hann í Hoyvík í tíggju ár og var
seyðamaður bæði í Sunds og Hoyvíks haga, og vóru tað
50 (52) ár, síðani hann var farin haðani.1)
Søgnin og vitnisburðurin hjá Jákupi svara væl saman,
burtursæð frá tí, at Velbastaður stendur sum heimbygd
hansara í staðin fyri Kaldbak.
Eftir hesum vitnisburði hevur Jákup í 1691 verið um
leið 75 ára gamal og skuldi so statt verið føddur um 1616.
í sakfalslistanum í Tingbókini 1615—54 síðu 62 stendur
undir yvirskriftini Strømøy Anno 1617: »Sacharias Joenns^
senn (Mickellssen) udi Kalbach for hand belaa sin feste
pige bøde thill K: M: ijgl.«
*) Løgtingsbókin 1690—1718. Samuel Petersens kopibók 1695—1736.