Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 213
Ríki Jákup í søgn og søgu
221
gjørt. Umframt kongsjørðina, sum synirnir høvdu fest, átti
hann ið hvussu er 2 óðalsmerkur á Selatrað,1) so hann
hevur rátt yvir 4/s av bygdini. Haraftrat kom stív helvt av
jørðini við Norðskála og útvið 2/3 av Eiðis bygd. Ei dáni
í, at søgnin sigur, at hann var illur um, at tólvmarka«
garðurin á Oyri skuldi liggja ímillum og hann sjálvur ikki
eiga alt. Sum áður sagt tykist Jákup at hava verið væl í
øgn við Páll á Oyri og konu hansara; eftir øllum at døma
hevur hann eisini samst væl við son teirra Jógvan løgmann,
sum doyði um 1679 — sama árið sum Jákup fyri aldur
segði seg út úr løgrættuni.2) Árið eftir var hann á ólav*
søkutingi og hevði stevnt løgmanseinkjuni, fútanum og
Pálli á Oyri um leigu og burturfesting av jørð norðuri við
Skála.3) Fyri løgmanseinkjuna legði fútin fram sáttmála
millum Jákup og Jógvan løgmann, sum segði, at Jógvan og
kona hansara sínar lívstíðir skuldu njóta mørkina og áttatb
álina, sum Jákup átti norðuri við Skála, fyri vanliga leigu —
13 skinn. Jákup segði seg í tvey ár hava fingið 2 gyllin
árliga frá løgmanseinkjuni og helt fram, at Jógvan umframt
vanliga leigu hevði lovað sær eitt ankar av smøri (3V3 gyllin),
og at hetta kundi váttast av vitnum, sum tó ikki vóru
løgliga stevnd, og tí bað hann um at útseta sakina til fyrsta
haldandi ting. Løgrættan gjørdi av, at Jákup skuldi vera
nøgdur við ta leigu, sum sáttmáli var gjørdur um, til hann
kundi prógva, at honum var lovað meira. Hetta málið kom
ikki fyri aftur á tingi, og løgmanseinkjan man hava sitið
við jørðini til sín doyggjandi dag 6. mai 1714.4)
5. mai 1679 hevði fútin Christopher Heidemann fest
Pálli Joensen Oyrargarð og hálvmørkina norðuri við Skála.
Jákup legði nú fram festibræv sítt frá 5. avgust 1643 og
helt, at hann ráddi sjálvur fyri, um hann framvegis sat við
jørðini ella læt annan sonin festa hana. Fútin segði, at tað
*) Kommissionsbetænkningen 1709—10.
2) Løgtings- og Vártingsbókin 1667—90.
3) Løgtingsbókin 1680—90.
4) Anders Nielsens álmanakki.