Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 17
29 Kvæðauppskriftir Jóannesar í Króki Kaj Larsen Tey flestu, sum hoyra navnið Jóannes í Króki nevnt koma uttan iva fyrst og fremst í tankar um høvuðsverkið hjá honum, ta stóru kvæðabókina Sandoyarbók. Men bæði undan hesum savni og eisini aftaná savnaði hann kvæði ella skrivaði av. Tað, sum eg her fari at siga um arbeiði Jóannesar við kvæðunum, skal eg býta í trý: fyrst skal eg siga nakað um ta fyrsta savnið hjá hon- um - tað sum vanliga verður rópt Hentzes Savnið - og hvussu tað kom í lag. Síðani skal eg viðgera Sandoyarbók - og her havi eg havt nógv gagn av eini áhugaverdari grein, sum Patriciu Conroy hevur skrivað. At enda skal eg taka tað upp, sum hann gjørdi aftan á Sandoyarbók, og tað var fyrst og fremst avskrivingararbeiði. H.C. Lyngbye og kvæðauppskrivingin Søgan um, hvussu Jóannes í Króki - og við honum Schroter prestur í Suðuroy - kom í gongd við at skriva upp kvæði, er oftani søgd. Eg fari kortini at loyva mær at endur- taka hana her í dag. Tøkkina fyri at hesir nevndu menn beint undan 1820 fóru undir teirra kvæðaupp- skrivingararbeiði eiga tveir danskir gud- frøðingar - annar æt Lyngbye og hin æt Miiller. Tað var í 1817, at Hans Christian Lyng- bye, sum umframt at vera teolgur eisini var serkønur í tara og tangi, kom til Føroya at kanna føroyskt tang. Hetta var í sambandi við eitt størri verk hann var í ferð at skriva um tang og tara í Norðurlondum. Tað man hava verið skjótt eftir at hann kom higar, at hann kom í samband við Jens Christian Svabo, sum tá búði í Havnini. Svabo hevði á sínari Føroyaferð í 1781-82 skrivað um- leið hálvthundrað kvæðir upp. Hann hevði gjørt sær eina stavseting, sum bygdi bein- leiðis á úttaluna í málinum. Svabo lærdi Lyngbye sína stavseting og gav honum nøkurlunda hylling á føroyskum. Lyngbye gav seg so til at skriva upp kvæði í løtum, tá ið einki gjørdist uttandura. Hann sigur sjálvur, at hann fekk fatur á einum parti av Sjúrðarkvæðunum. Eftir øllum at døma hevur tað verið Regin smiði og einum parti av Brynhildar tátti, hann fekk fatur á. Tá ið hann kom aftur til Keypmanna- havnar vísti hann Petur Erasmusi Múller Fróðskaparrit 42. bók. 1994: 29-35
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.