Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 19

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 19
KVÆÐAUPPSKRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI 31 Tey kvæði, sum P.E. Miiller fyrst og fremst sóknaðist eftir, Sjúrðarkvæðini, eru ikki við í Hentzes Savn. Teimum fekk Jó- annes ikki fatur á, fyrr enn hann savnaði til- far til Sandoyarbók. Annars er at siga, at tey allarflestu av kvæðunum í Hentzes Savn eru eisini við í Sandoyarbók. Tað eru fýra kvæði, sum eru við í Hentzes Savn, men sum ikki eru komin við í Sandoyarbók, og tey eru: Gudbrands kvæði, Leivur Øssurs- son, Pætur Knútssons ríma og Fiskakvæð- ið. Jóannes hevur neyvan goymt avskriftir av kvæðunum í Hentzes Savn; men hann hevur sjálvandi minst, hvørjum hann fekk kvæðir frá - í hvussu er í flestu førum - og hevur so vitjað teir aftur, tá hann savnaði tilfarið til Sandoyarbók, tí í flestum førum eru uppskriftimar av kvæðum sum eru við í báðum handritum eins ella umleið eins; men í summum fømm er somikið stórur munur á sama kvæði í teimum báðum handritunum, at talan man vera um upp- skriftir eftir ymisk heimildarfólk. Til dømis er Sniolvs kvæði í Hentzes Savn 7 tættir, men í Sandoyarbók er tað 9 tættir. Summi av kvæðunum í Hentzes Savn hevur Jóannes fingið sendandi aðrastaðni frá. Tað sæst á málinum, og tað er fyrst og fremst eitt máleyðkenni, sum vísir tað. Orð sum fáa og ráða skrivar Jóannes vanliga /faua/ og /raua/, tvs. hann skrivar tey við /au/. Aftan fyri hendan skrivihátt má tað liggja ein serligur sandoyarframburður, sum minnir eitt sindur um vágaframburðin av hesum orðum. I Vágunum siga tey sum kunnugt [foua] og [roua]. Jóannes skrivar í teimum allarflestu kvæðunum /au/ í tílíkum orðum; men í nøkrum fáum tekstum - sum t.d. Orminum langa og Leiv Øssursons kvæði - skrivar hann /faa-a/ og /raa-a/. Hetta man vera ávirkan frá uppskriftum hann hevur havt framman fyri sær og skriv- að av eftir. Vit vita, at hann seinni - tá ið hann sat og skrivaði Sandoyarbók - fekk uppskriftir sendandi, m.a. fekk hann Ormin langa sendandi frá Sjóvarbóndanum, sum jú yrkti hetta kvæði. Hentzes Savn er tað triðjaelsta kvæða- savnið vit eiga. Eldri eru søvnini hjá Svabo og uppskriftin hjá Schrøter av Sjúrðar- kvæðunum. Tað er ikki enn komin nøkur útgáva av Hentzes Savn eftir handritinum. Og so komi eg til høvuðsverkið hjá Jó- annesi, Sandoyarbók. Sandoyarbók Eini tvey ár gingu frá at Hentzes Savn var skrivað, so fór Jóannes í gongd aftur av nýggjum at skriva niður kvæði. Tað er ikki heilt greitt, hvat ið fekk hann at fara í gongd aftur. Sjálvur sigur hann, at Jákup Nolsøe og Jens Davidsen í 1822 og 1823 bóðu hann skriva upp kvæði; men tá var hann longu komin væl í gongd. Eitt sum kann hava verið av týdningi er, at heystið 1820 vóru ikki færri enn 6 brúdleyp heima á Sandi. Tað er væl hugsandi, at tann nógva kvøðing, ið sjálvandi hevur verið í sam- band við hesi brúdleyp, hevur eggjað Jó- annes til at fara í gongd aftur við at skriva niður kvæði. I hvussu er og ikki, í februar 1821 festi hann fyrsta kvæðið á blað, og hetta var byrjanin til tað savnið, sum seinni kom at eita Sandoyarbók. Hon er til støddar nakað sum Hentzes Savn og inniheldur til- samans 95 kvæði og vísur og er ikki minni enn 860 blaðsíður.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.