Fróðskaparrit - 01.01.1994, Síða 19
KVÆÐAUPPSKRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI
31
Tey kvæði, sum P.E. Miiller fyrst og
fremst sóknaðist eftir, Sjúrðarkvæðini, eru
ikki við í Hentzes Savn. Teimum fekk Jó-
annes ikki fatur á, fyrr enn hann savnaði til-
far til Sandoyarbók. Annars er at siga, at tey
allarflestu av kvæðunum í Hentzes Savn
eru eisini við í Sandoyarbók. Tað eru fýra
kvæði, sum eru við í Hentzes Savn, men
sum ikki eru komin við í Sandoyarbók, og
tey eru: Gudbrands kvæði, Leivur Øssurs-
son, Pætur Knútssons ríma og Fiskakvæð-
ið.
Jóannes hevur neyvan goymt avskriftir
av kvæðunum í Hentzes Savn; men hann
hevur sjálvandi minst, hvørjum hann fekk
kvæðir frá - í hvussu er í flestu førum - og
hevur so vitjað teir aftur, tá hann savnaði
tilfarið til Sandoyarbók, tí í flestum førum
eru uppskriftimar av kvæðum sum eru við í
báðum handritum eins ella umleið eins;
men í summum fømm er somikið stórur
munur á sama kvæði í teimum báðum
handritunum, at talan man vera um upp-
skriftir eftir ymisk heimildarfólk. Til dømis
er Sniolvs kvæði í Hentzes Savn 7 tættir,
men í Sandoyarbók er tað 9 tættir.
Summi av kvæðunum í Hentzes Savn
hevur Jóannes fingið sendandi aðrastaðni
frá. Tað sæst á málinum, og tað er fyrst og
fremst eitt máleyðkenni, sum vísir tað. Orð
sum fáa og ráða skrivar Jóannes vanliga
/faua/ og /raua/, tvs. hann skrivar tey við
/au/. Aftan fyri hendan skrivihátt má tað
liggja ein serligur sandoyarframburður,
sum minnir eitt sindur um vágaframburðin
av hesum orðum. I Vágunum siga tey sum
kunnugt [foua] og [roua]. Jóannes skrivar í
teimum allarflestu kvæðunum /au/ í tílíkum
orðum; men í nøkrum fáum tekstum - sum
t.d. Orminum langa og Leiv Øssursons
kvæði - skrivar hann /faa-a/ og /raa-a/.
Hetta man vera ávirkan frá uppskriftum
hann hevur havt framman fyri sær og skriv-
að av eftir. Vit vita, at hann seinni - tá ið
hann sat og skrivaði Sandoyarbók - fekk
uppskriftir sendandi, m.a. fekk hann Ormin
langa sendandi frá Sjóvarbóndanum, sum
jú yrkti hetta kvæði.
Hentzes Savn er tað triðjaelsta kvæða-
savnið vit eiga. Eldri eru søvnini hjá Svabo
og uppskriftin hjá Schrøter av Sjúrðar-
kvæðunum. Tað er ikki enn komin nøkur
útgáva av Hentzes Savn eftir handritinum.
Og so komi eg til høvuðsverkið hjá Jó-
annesi, Sandoyarbók.
Sandoyarbók
Eini tvey ár gingu frá at Hentzes Savn var
skrivað, so fór Jóannes í gongd aftur av
nýggjum at skriva niður kvæði. Tað er ikki
heilt greitt, hvat ið fekk hann at fara í gongd
aftur. Sjálvur sigur hann, at Jákup Nolsøe
og Jens Davidsen í 1822 og 1823 bóðu
hann skriva upp kvæði; men tá var hann
longu komin væl í gongd. Eitt sum kann
hava verið av týdningi er, at heystið 1820
vóru ikki færri enn 6 brúdleyp heima á
Sandi. Tað er væl hugsandi, at tann nógva
kvøðing, ið sjálvandi hevur verið í sam-
band við hesi brúdleyp, hevur eggjað Jó-
annes til at fara í gongd aftur við at skriva
niður kvæði. I hvussu er og ikki, í februar
1821 festi hann fyrsta kvæðið á blað, og
hetta var byrjanin til tað savnið, sum seinni
kom at eita Sandoyarbók. Hon er til støddar
nakað sum Hentzes Savn og inniheldur til-
samans 95 kvæði og vísur og er ikki minni
enn 860 blaðsíður.