Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 20

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 20
32 KVÆÐAUPPSKRIFTIR JÓANNESAR í KRÓKI Eitt sum eyðkennir Sandoyarbók er, at hon - sum tað fyrsta føroyska kvæðasavnið - gevur upplýsingar um, hvaðani kvæðið er fingið. Aftast í handritinum er ein nummer- eraður listi yvir øll kvæðini við upplýsing- um um m.a.: hvussu nógv ørindi tað er ár og dag tá ið tað varð uppskrivað hvørjum heimildarmanni tað varð upp- skrivað eftir og hvar ið heimildarmaðurin búði. Hvaðani eru so kvæðini? Sjálvur sigur Jóannes, at hann samlaði alt sum fólk visti um har á leið; men hyggja vit nærri at heimildarfólki hansara, síggja vit at hann fyrst og fremst savnaði í nærm- asta grannalagnum hjá sær heima á Sandi. Hann fekk eisini tilfar úr øðrum bygdum í sýsluni; men tað var mest frá fólki, sum var nær skylt við grannamar hjá honum. Burtur í aðrar bygdir er hann neyvan farin í inn- savningarørindum. Tey kvæði, hann hevur fingið frá monnum aðrastaðni í sýsluni, man hann hava fingið frá teimum, tá ið teir vóm í ørindum heima á Sandi. Nøkur kvæði fekk hann frá fólki uttan fyri Sand- oyar sýslu. Av teimum man hann hava fíng- ið uppskriftimar sendandi. Nógv tað mesta av kvæðunum er skrivað upp eftir kvøðarar, ið vóm búsitandi heima á Sandi. Frá hesum heimildarfólkum fekk hann umleið tveir triðjingar av øllum savn- inum ella 65 kvæði. Hesi fólkini vóm 17 í tali, tvs. at frá teimum flestu av hesum fólk- um fekk hann meir enn eitt kvæði. Tann sum hann fekk flest kvæði frá av hesum kvøðamm var Hanus Johannesen í Mið- stovu í Trøðum - og hann er eisini tann størsta kvæðakempan millum heimildar- fólkini yvirhøvur. Frá honum fekk hann ikki minni enn 13 kvæði. Tann næsti í røð- ini er Johan Michael Hentze, sum hann fekk 10 kvæði frá. Frá 8 kvøðarum fekk hann millum 2 og 8 kvæði frá hvørjum, og frá 7 kvøðamm fekk hann eitt kvæði frá hvørjum. Ur øðmm bygdum í Sandoyar sýslu fekk hann úr Skúvoy 3 kvæði frá 3 kvøðarum, og tað sama fekk hann úr Húsavík. Ur Skálavík fekk hann 10 kvæði frá 6 kvøðar- um (ein teirra var ættaður av Skarvanesi), og úr Dali fekk hann 2 kvæði frá einum kvøðara. Úr bygdum uttan fyri Sandoynna fekk hann 3 kvæði úr Kollafirði, frá Sjóvar- bóndanum. Úr Havnini fekk hann 3 kvæði og úr Nólsoy eitt. Hóast hesa stóm rúgvu av kvæðum, so vita vit, at tað hevur verið ymiskt kvæðatil- far, sum hann ikki hevur fingið fatur á. Av táttum hevur hann bara tveir við: Danials táttur og Sanda táttur, hóast tað at tað hevur funnist onkur annar táttur, ivaleyst fleiri, á Sandi um tað mundið, sum tað er lítið hugs- andi, at hann ikki hevur vitað um. Tað kundi sæð út sum, at hann av einari ella aðr- ari gmnd ikki hevur viljað tikið so nógvar tættir við. Eitt annað dømi um tilfar hann kundi havt fingið hava vit vitan um frá einum út- lendingi. A sumri í 1821 ferðaðist ein nátt- úmfrøðingur, Forchhammer, um oyggjar- nar og gjørdi náttúmfrøðiligar kanningar. Hann hevði eisini áhuga fyri kvøðing og kvæðum. í Skálavík hitti hann eina kvæða- kempu, Jógvan Danielsen á Oyrini, og fekk hann at kvøða fyri sær. Hann kvað tvey kvæði fyri honum, Sjúrðar kvæði og Grím-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.