Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 111

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 111
SANDOYARMÁL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR 123 oyska orðabókin fingið til nýtslu, og tað kemur sera væl við. (Til tess at geva áhoyrarum eina hóming av tí serstaka dámi í ljómi og máltóna í hin- um ymsu bygdarmálunum, vórðu spældir stubbar av upptøkum við fólki úr sýsluni á ljóðbondum, sum eru í varðveitslu í banda- savninum á Føroyamálsdeild Fróðskapar- seturs Føroya). Hvørja framtíð man sandoyarmál - eins og onnur bygdamál - eiga fyri sær? Nú fer fram ein samjavnan og einsháttan á hesum øki sum aldri fyrr í søguni. Meginskúlin man gera sítt við fremmandum lærarum, sum tó munnu vera vitandi um virðini í bygdamálunum. Men meginárinið man koma úr fjølmiðlum sum útvarpi og sjón- varpi, og harafturat ger bøtt ferðasamband eisini sítt. Vit tala nógv um málrøkt í felagsskrift- máli okkara, men ikki minni áttu vit at røkt bygdamálini eftir sínum fortreytum við tí í hyggju ikki bert at royna at bjarga teimum frá týning, men eisini at menna og fetta tey til framtíðar lív og gróður. Væl ber til at varðveita sítt mál, tó at ein er setstur aðra- staðni í landinum at búgva og starvast. Fyri mín part kann eg ikki rósa mær av at tosa ramligt sandoyarmál longur, men eyðkenni sum t.d. ganga [ganga] og fólk [folk] fari eg aldri at sleppa, meðan eg eri omaná. Væl er vert, at bøm og ung læra at virða onnur bygdamál eins væl og sítt egið. Sjálvur haldi eg tað vera til skaða fyri eitt bygdarmál, at tað verður havt til teitis við at apa eftir tí og herma, so at tað verður hildið umboða eitthvørt fjákut, løgið ella ‘bygdar- ligt’ í láturverdari merking. Hví skulu t.d. jólamenn ár um ár tosa heimasandsmál! Tað kann vera stuttligt í løtuni, men eg stúri fyri, at endans úrslitið verður hitt sama sum eitt nú í donskum skemtileikum, har ið býtt- lingar og einfeldingar verða latnir tala bygdamál, helst jútskt. Tílíkt veksur ikki um virðingina fyri bygdamálunum. Væl veri teimum, ið ikki skammast við sítt. Tað verður heldur enn ikki deydligt, tá ið allir føroyingar tala við sama máldámi. At enda ynski eg málinum her í míni kæru heimaoyggj góða framtíð og blíða, og fólkinum, her býr. Jóhan Hendrik W. Poulsen Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya FR-100 Tórshavn Færøeme
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.