Fróðskaparrit - 01.01.1958, Page 70
76
Atlantssiðir — Atlantsorð
kalla. Hesin goymslumátin er óivað gamal. Lucas Debes
(Færoæ et Færoa Reserata, 1673, bls. 244—2L5) nevnir
hann, og í søgnum, sum eldri eru, er sagt frá honum. í
Antikvarisk Tidskrift, 1849—51, bls. 337, sigur V. U. Ham*
mershaimb, at Niklas, sonur Jógvans í Dalsgarði, kom at
verða bóndi í Kirkjubø, og at faðirin gróv honum 60
tálgarvágir upp úr jørðini til at festa garðin fyri. Hvar
lærdu føroyingar slíkan goymslumáta? Tað eg dugi at síggja
helst fyri vestan hav. í írlandi og í Suðuroyggjum goymdu
menn ikki tálg, men smør á henda hátt. Smørið varð í ílati
sett niður í mýrar (sí E. Estyn Evans, Irish Folk Ways,
1957, bls. 196). Eg dugi illa at hugsa mær annað, enn at
her er samband ímillum siðin í neytalondunum sunnan fyri
Føroyar og so í okkara seyðaoyggjum, her sum tálgin hevði
meira at týða enn smørið. —
Atlantssiður og atlantsorð eru til í sambandi við tara, og
er slíkt høvuðsevnið í hesi grein. Sum nevnt verður seinni,
haldi eg, at fyri vestan hav lærdu norrønir menn at eta tara,
í hvussu er summi tarasløg. Henda hugsanin fær styrk í
málsligum tilfari, eitt nú í teimum báðum taranøvnunum,
sum á føroyskum eita slavak og mirkjalli. Hesi bæði orðini
fara vit at taka upp til umrøðu seinni. Her verður nú fyrst
sagt eitt sindur frá tara yvirhøvur, málsliga og í siðum og
trúgv.
Orðið tari, m., sum æt á fornmáli og eitur á íslendskum
/)ari, nýta vit her um tað, sum á latíni verður rópt Algæ.
Tann munin, sum ísl. og norskt hava á orðunum: Jaari og
J>ang (tare og tang) «Laminaria; Fucus», hava vit ikki í før*
oyskum. Hjá okkum er tang (bang) bert navnið á átutaranum
Alaria. Tó man samansetingin tangspógvi «Numenius arqu*
ata arquata» innihalda orðið tang í eini meira almennari
merking «Laminaria ella Fucus».
Orðið tari (Jiari, tare, tarre) er til í teimum vestaru norð=
anmálunum, og tað er til skjals í staðanøvnum í gomlum
norrønum bygdum fyri vestan hav, eitt nú á Mon. Tað
er hildið at vera runnið av rót, sum merkir «at vinda,