Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 106

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Side 106
118 SANDOYARMAL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR sum serliga einfaldur ella góðvarin, verður hann ofta latin tosa flatt bygdarmál, teir nevna. A henda hátt verða bygdamálini brennimerkt sum minni verd, grovari og ómentaðari enn hitt hægri setta ríkismálið. Hjá okkum var gongdin kanska ein onnur. Vit vóru so heppin at fáa eitt skriftmál, ið ikki fyrst og fremst sær einum málføri til góðar, men hevur tikið úr øllum at kalla tað, sum søguliga stendur á elsta stigi. Tað skuldi tí verið so rúmsátt, at tað skuldi loyvt øllum bygdamálum hvørjum í sínum lagi at notið sín rætt, so at skilja, at ein tekstur við hesi rættskriving kann stórt sæð verða lisin í øllum bygdum í landinum við tí fram- burði, ið har hoyrir heima. Tað einasta er, at suðuroyarmál kann hava vissar vansar við fomøvnum sum vit og tit, men summi, ið lesa, eitt nú Faðirvár, duga væl at »umseta« so hvørt. So statt hava vit ikki formliga, ið hvussu er, fingið eitt einvorðið landsmál í Føroyum sum í flestum londum, men í roynd og veru hevur hvør frítt at tala sítt egið mál innan fyri teir karmar, ið skrift- málið setur. Eitt undantakið er, tá ið vit skulu læra útlendingar føroyskt. Tá velja vit vanliga at læra tey suðurstreymoyar- framburðin til tess ikki at ørkymla tey við einum blandi av ymsum, um hvør lærari »sang við sínum nevi«. Seinni kunnu tey so fáa betri kunnleika um bygdamálini og teirra eyðkenni og serstøðu. Vit kenna tó dømi um lærdar útlendingar, ið hava lært føroyskt heima við hús hjá fólki, har teir hava havt tilhald, og trúliga halda fast við avvarðandi bygdamálsframburð. Mangur útlendskur verður ikki sørt bils- in av tí, at í hesum lítla og fámenta landi eru so mong og fjølbroytt bygdamál. Ein or- søkin man vera tann stóra avbyrgingin mill- um oyggjar og bygdir av streymhørðum fjørðum og høgum fjøllum. Hvør bygdin hevur verið ein heimur fyri seg sjálvan meginpartin av árinum, og tað man hava gjørt meiri munin enn tey fáu høvi, tá ið fólk úr ymsum landslutum hava hitst saman sum á dansiferðum, á ólavsøku, í grindum o.ø. Henda oyggin, Sandoyggin, hevur sum nevnt sítt eyðkenda mál, ið skilur seg greiniliga burtur úr øðrum málførum. Eg skal nú royna at vísa á nøkur høvuðseyð- kenni, fyrst í ljóði og síðan í nøkrum hissini valdum orðdømum. Sandoyarmál er sunnanfjørðsmál, sum í mongum hevur felags eyðkenni við suður- oyarmál, men í summum liggur markið nógv norðari. Sum kunnugt siga vit ei [aij saman við vágafólki, suðurstreymoyingum og nólsoyingum mótvegis [oi ] haðan og norður. Saman við norðoyingum, eysturoy- ingum fyri eystan, suðurstreymoyingum, hestmonnum og suðuroyingum hava vit tað, sum vit kundu kalla linmæli, tað, at p, t, og k líkjast meira b, d og g í ljóði. Soleiðis siga vit eitt nú aka [eaga], eta [e:da] og opa [o:ba], sum t.d. tey í Vágum siga [eka], [e:ta] og [o:pa]. - Nólsoyingar fylgja eisini okkum og suðuroyingum í tí at siga ó sum [3] framman fyri tvey hjáljóð og fleiri, t.d. tólv og fólk, har sum allir aðrir føroyingar siga [tælv] og [fælk]. Soleiðis hoyra vit ikki mun á orðunum torna ‘gerast turrur’ og tódna ‘renna saman, tøvast’ um t.d. ull- int plagg. I talu er er tað bara samanheingið, sum kann siga frá, hvat ið meinast við. Tó havi eg ein illbata av, at norðanframburður- in [tædna] man vera farin at sníkja seg inn
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.