Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 106
118
SANDOYARMAL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR
sum serliga einfaldur ella góðvarin, verður
hann ofta latin tosa flatt bygdarmál, teir
nevna. A henda hátt verða bygdamálini
brennimerkt sum minni verd, grovari og
ómentaðari enn hitt hægri setta ríkismálið.
Hjá okkum var gongdin kanska ein onnur.
Vit vóru so heppin at fáa eitt skriftmál, ið
ikki fyrst og fremst sær einum málføri til
góðar, men hevur tikið úr øllum at kalla tað,
sum søguliga stendur á elsta stigi. Tað
skuldi tí verið so rúmsátt, at tað skuldi loyvt
øllum bygdamálum hvørjum í sínum lagi at
notið sín rætt, so at skilja, at ein tekstur við
hesi rættskriving kann stórt sæð verða lisin
í øllum bygdum í landinum við tí fram-
burði, ið har hoyrir heima. Tað einasta er, at
suðuroyarmál kann hava vissar vansar við
fomøvnum sum vit og tit, men summi, ið
lesa, eitt nú Faðirvár, duga væl at »umseta«
so hvørt. So statt hava vit ikki formliga, ið
hvussu er, fingið eitt einvorðið landsmál í
Føroyum sum í flestum londum, men í
roynd og veru hevur hvør frítt at tala sítt
egið mál innan fyri teir karmar, ið skrift-
málið setur. Eitt undantakið er, tá ið vit
skulu læra útlendingar føroyskt. Tá velja
vit vanliga at læra tey suðurstreymoyar-
framburðin til tess ikki at ørkymla tey við
einum blandi av ymsum, um hvør lærari
»sang við sínum nevi«. Seinni kunnu tey so
fáa betri kunnleika um bygdamálini og
teirra eyðkenni og serstøðu. Vit kenna tó
dømi um lærdar útlendingar, ið hava lært
føroyskt heima við hús hjá fólki, har teir
hava havt tilhald, og trúliga halda fast við
avvarðandi bygdamálsframburð.
Mangur útlendskur verður ikki sørt bils-
in av tí, at í hesum lítla og fámenta landi eru
so mong og fjølbroytt bygdamál. Ein or-
søkin man vera tann stóra avbyrgingin mill-
um oyggjar og bygdir av streymhørðum
fjørðum og høgum fjøllum. Hvør bygdin
hevur verið ein heimur fyri seg sjálvan
meginpartin av árinum, og tað man hava
gjørt meiri munin enn tey fáu høvi, tá ið
fólk úr ymsum landslutum hava hitst saman
sum á dansiferðum, á ólavsøku, í grindum
o.ø.
Henda oyggin, Sandoyggin, hevur sum
nevnt sítt eyðkenda mál, ið skilur seg
greiniliga burtur úr øðrum málførum. Eg
skal nú royna at vísa á nøkur høvuðseyð-
kenni, fyrst í ljóði og síðan í nøkrum hissini
valdum orðdømum.
Sandoyarmál er sunnanfjørðsmál, sum í
mongum hevur felags eyðkenni við suður-
oyarmál, men í summum liggur markið
nógv norðari. Sum kunnugt siga vit ei [aij
saman við vágafólki, suðurstreymoyingum
og nólsoyingum mótvegis [oi ] haðan og
norður. Saman við norðoyingum, eysturoy-
ingum fyri eystan, suðurstreymoyingum,
hestmonnum og suðuroyingum hava vit
tað, sum vit kundu kalla linmæli, tað, at p,
t, og k líkjast meira b, d og g í ljóði. Soleiðis
siga vit eitt nú aka [eaga], eta [e:da] og opa
[o:ba], sum t.d. tey í Vágum siga [eka],
[e:ta] og [o:pa]. - Nólsoyingar fylgja eisini
okkum og suðuroyingum í tí at siga ó sum
[3] framman fyri tvey hjáljóð og fleiri, t.d.
tólv og fólk, har sum allir aðrir føroyingar
siga [tælv] og [fælk]. Soleiðis hoyra vit
ikki mun á orðunum torna ‘gerast turrur’
og tódna ‘renna saman, tøvast’ um t.d. ull-
int plagg. I talu er er tað bara samanheingið,
sum kann siga frá, hvat ið meinast við. Tó
havi eg ein illbata av, at norðanframburður-
in [tædna] man vera farin at sníkja seg inn