Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 108

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 108
120 SANDOYARMÁL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR seg betur um, hvat ið aftaná skuldi koma, men tí verri havi eg einki dømi skrivað upp frá henni, tað eg dugi at síggja. Um 1970 havi eg á bandi hetta frá Jákupi á Aldars- bakka í Skúgvoy: ‘Vit spældu spøl og [u:] dansaðu’. Og Janus hjá Sørini í Húsavík havi eg eina ferð í 1976 hoyrt siga [u:o | fyri og - havi tíverri ikki skrivað upp setningin, hann segði tað í. Eivind Weyhe sigur mær, at hann hevur vamast hetta í kvæðaupp- skriftum eftir Sjóvarbóndan, og at hann hevur hoyrt tað í Dali. Eitt hitt merkiligasta fyribrigdið hjá Jóannesi í Króki er, hvussu regluliga hann skrivar e fyri upprunaligt ø. Henda avvarran, tað at varrarundingurin linkar, so at ø verður e, hevur verið eyð- kend fyri Sandoyarmál fyrr í tíðini og hevur hildið sær longst í Skúgvoy, men bøtt sam- skifti og ikki sørt av arging og herming man hava beint fyri hesum málsliga eyðkenni. Norski málfrøðingurin Mikjel Sørlie, sum hevur m.a. skrivað málsliga inngangin til prentútgávuna av Sandoyarbók, hevur kannað málið í teirri glæsiligu Lundarbók- ini, lógahandritinum, sum ein gerðin av Seyðabrævinum stendur í. Hann hevur gjørt trúligt, at føroyingur hevur skrivað hetta handrit, eitt tað vakrasta úr miðøld í Norðurlondum. Av tí at so mong dømi em um e fyri ø er Sørlie at at halda, at skrivarin hevur verið úr Sandoyar sýslu. Mangar em søgumar um henda serliga framburð hjá skúvoyingum, eisini um øvutan framburð, tá ið teir vóru famir at vamast, at teir søgdu nakað, ið ikki var beint í oyrunum á øðram. Jóannes á Mølini hevur einaferð sagt mær, at ein skúvoyargenta, sum Bøbóndin í Húsavík hevði biðið um, hevði spurt hann: ‘Er Begarður í Feroyum,. Ein skúvoyingur skuldi hava sagt: ‘Beurin í Skálavík er at devlinum inni í gegnum'. Eitt dømi um øv- utan framburð hjá skúvoyingum hava vit frá Jóan Chr. í Hesti: ‘Teir dmkku tø og bóm te\ Jóannes á Mølini hevur sagt mær hetta: ‘Eg minnist ikki Tummas í Klingr- uni, men havi hoyrt hermt eftir honum, og eftir tí hevur hann sagt ø fyri e. Hann segði seg fara til Kirkjubøar at spøkja seyð. Hann segði Adam og Øva: Adam spann tann síðsta tráð, meðan syndflóðin lá. Øva hon bant brotið / undir kunnskapins trø'. Enn er vanligt í sandoyarmáli, at heldur sjáldsom orð framvegis hava e fyri ø aðrastaðni. Niels á Høgnamørk havi eg í 1972 hoyrt siga: ‘Hon entir ikki aftur’ fyri øntir. Mín góði vinur Dánjal í Klingmni, sum hevur lært meg so nógv, hevur sagt mær, at enn siga nøkur á Sandi hemlia fyri ‘hømlia’, og at tey gomlu, t.d. Maria í Skálanum, plagdu at siga gelv fyri ‘gólv’. Forstavilsið er- er kanska vanligari í Sandoynni enn aðra- staðni, svarandi til ør-, skylt við úr-, t.d. í orðum sum erljótur ‘stak ljótur’ og erlamin ‘deyðlamin’, sum eg havi hoyrt Dánjal í Klingmni hava á munni. Hesum havi eg roynt at gera nýtslu úr í uppskotinum um nýggyrðið ertelda fyri ‘microcomputer’ við fyrimynd í hinum íslendska orðinum ørtølva við somu merking. Orðið erfínur hevur sama oddastavilsi. Lýsingarorðinum erur ‘ømr’ hava vit gamla uppskrift av. Úr sandoyarmáli eru eisini orðini temingur ‘tømingur: trá liggjandi ætt', t.d. landsynn- ings temingur, og teppur, t.e. tøppur ‘proppur’. Mong fleiri em til, men eg lati hetta vera nóg mikið um hetta týðandi gamla sandoyareyðkennið e fyri ø. Nevnt kann verða, at lyndi til somu ljóðgongd
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.