Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 107

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Page 107
S ANDOY ARMAL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR 119 1 hjá summum, tí tað kennist ørkymlandi at hesi ymisku orð eru fallin saman í ljóði. Hetta haldi eg meg minnast úr skopunar- máli, sum eins og kunnugt hevur fingið nógv m.a. norðaneftir, sum seinni verður borið við. Ymist er sum ó verður frambor- ið. í Skálavík og Húsavík verður tað sagt [ou | sum í Suðurstreymoy og í Suðuroy, í Dali meira [au]-kent nakað sum í Nólsoy og Koltri, men á Sandi, Skúgvoy og í Skop- un verður tað, so undarligt tað kann tykjast, sagt [æu] sum norðan fyri Kaldbaksfjørð. Um hví so er vorðið, skal eg royna at siga eitt sindur um eina løtu. - Endingin -u verð- ur vanliga søgd við einum opnum u-ljóði, ið nærkast einum -o. Ein skarvanesmaður plagar at siga mær, at vit í Skopun hava eitt meira e-kent ljóð, t.d. »kone« í staðin fyri »kono«. Eitt bæriligt eyðkenni fyri sand- oyarmál er hin mjúki framburðurin av g framman fyri n, t.d. agn, dragna [ayn, drayna] til mun frá suðuroyarmáli, ið hevur eitt ng-ljóð í staðin, t.d. [aqn, draqna]. Aðrastaðni verður tað sagt við hørðum g- ljóði. Onkustaðni í oynni anir enn eisini mjúkur framburður av g framman fyri l, t.d. fuglur. Eg minnist enn, hvussu tað frøddi oyrað, einaferð eg var í kirkju í Skálavík, at hoyra Leiv á Trøðni sála lesa ‘gev okum í dag okara dagliga breyð’ við mjúkum g- ljóði. Hitt harða g-ljóðið man nú vera við yvirlutan í tílíkum føri. - Bend føll av per- sónsfornøvnunum vit og tit fylgja suður- oyarmáli í tí at hava stutt k-ljóð: okum, okara, tykum, tykara. Hammershaimb sigur í frásøgn síni frá Føroya-ferðini 1847-48, at skúvoyingar eins og suðuroyingar søgdu okur og tykur, men tað man nú langt síðan vera burturdottið. Frá Heðini Brú havi eg eina ferð fingið at vita, at á Klæmints- Oyrini í Skálavík søgdu tey okur og tykur, og at Tróndur í Kirkjugerði segði hjá okur [’cau-o:gor]. Hetta minnir um ta bending, sum enn er livandi hjá sunnbingum. Kvæðauppskriftimar hjá vini okkara Jóannesi í Króki eru ríkar heimildir um so mangt, eisini um málstandin í oynni í tann tíð. At blaða í Sandoyarbók er ein gleði á so mangan hátt, eisini málsøguliga. Eitt, sum loypur í eyguni á nútíðarlesaranum, eru endingamar -um í hvørjumfalli, t.d. moudi mujnum brørum tveim í Hábars kvæði. Og so er tað yvirhøvur, tó at endingin -un eisini sæst meir enn so, so helst er tann broytingin farin at gera vart við seg eisini í Sandoynni, men kunnleikin til hitt eldra lagið hevur enn verið livandi, helst hjá tí meira fram- komna fólkinum. Tó geva misskrivingar sum morgum fyri morgun illgruna um, at broytingin frá -um til -un hevur verið longri komin, enn handritini beinleiðis geva at skilja. Hammershaimb hevði í fyrstu royndum sínum til skriftmálið gjørt av at nýta endingina -un soleiðis skrivaða, men hoyrt havi eg frásagt, at á nevndu Føroya- ferð síni var hann komin á tal við seinastu »ummararnar« í Skálavík, og tað hevði gjørt, at hann hálsaði um og valdi endingina -um í staðin fyri -un. Hann sigur í mállæru síni frá 1854, at sunnanfjørðs er ‘fremdeles temmelig hyppig endelsen um for norden- fjords un'. - Eitt, sum tykir okkum løgið, er, at sambindingarorðið og skrivar Jóannes í Króki at vísa seg uttan undantak sum u. Eg minnist, at Sunniva á Høgnamørk mitt í 1960-árunum, tá ið eina tíð helt til hjá henni, ofta segði [u:] ístaðin fyri og, kanska serliga, tá ið hon dvaldi á til tess at hugsa
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.