Fróðskaparrit - 01.01.1994, Blaðsíða 107
S ANDOY ARMAL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR
119
1
hjá summum, tí tað kennist ørkymlandi at
hesi ymisku orð eru fallin saman í ljóði.
Hetta haldi eg meg minnast úr skopunar-
máli, sum eins og kunnugt hevur fingið
nógv m.a. norðaneftir, sum seinni verður
borið við. Ymist er sum ó verður frambor-
ið. í Skálavík og Húsavík verður tað sagt
[ou | sum í Suðurstreymoy og í Suðuroy, í
Dali meira [au]-kent nakað sum í Nólsoy
og Koltri, men á Sandi, Skúgvoy og í Skop-
un verður tað, so undarligt tað kann tykjast,
sagt [æu] sum norðan fyri Kaldbaksfjørð.
Um hví so er vorðið, skal eg royna at siga
eitt sindur um eina løtu. - Endingin -u verð-
ur vanliga søgd við einum opnum u-ljóði,
ið nærkast einum -o. Ein skarvanesmaður
plagar at siga mær, at vit í Skopun hava eitt
meira e-kent ljóð, t.d. »kone« í staðin fyri
»kono«. Eitt bæriligt eyðkenni fyri sand-
oyarmál er hin mjúki framburðurin av g
framman fyri n, t.d. agn, dragna [ayn,
drayna] til mun frá suðuroyarmáli, ið hevur
eitt ng-ljóð í staðin, t.d. [aqn, draqna].
Aðrastaðni verður tað sagt við hørðum g-
ljóði. Onkustaðni í oynni anir enn eisini
mjúkur framburður av g framman fyri l, t.d.
fuglur. Eg minnist enn, hvussu tað frøddi
oyrað, einaferð eg var í kirkju í Skálavík, at
hoyra Leiv á Trøðni sála lesa ‘gev okum í
dag okara dagliga breyð’ við mjúkum g-
ljóði. Hitt harða g-ljóðið man nú vera við
yvirlutan í tílíkum føri. - Bend føll av per-
sónsfornøvnunum vit og tit fylgja suður-
oyarmáli í tí at hava stutt k-ljóð: okum,
okara, tykum, tykara. Hammershaimb sigur
í frásøgn síni frá Føroya-ferðini 1847-48, at
skúvoyingar eins og suðuroyingar søgdu
okur og tykur, men tað man nú langt síðan
vera burturdottið. Frá Heðini Brú havi eg
eina ferð fingið at vita, at á Klæmints-
Oyrini í Skálavík søgdu tey okur og tykur,
og at Tróndur í Kirkjugerði segði hjá okur
[’cau-o:gor]. Hetta minnir um ta bending,
sum enn er livandi hjá sunnbingum.
Kvæðauppskriftimar hjá vini okkara
Jóannesi í Króki eru ríkar heimildir um so
mangt, eisini um málstandin í oynni í tann
tíð. At blaða í Sandoyarbók er ein gleði á so
mangan hátt, eisini málsøguliga. Eitt, sum
loypur í eyguni á nútíðarlesaranum, eru
endingamar -um í hvørjumfalli, t.d. moudi
mujnum brørum tveim í Hábars kvæði. Og
so er tað yvirhøvur, tó at endingin -un eisini
sæst meir enn so, so helst er tann broytingin
farin at gera vart við seg eisini í Sandoynni,
men kunnleikin til hitt eldra lagið hevur
enn verið livandi, helst hjá tí meira fram-
komna fólkinum. Tó geva misskrivingar
sum morgum fyri morgun illgruna um, at
broytingin frá -um til -un hevur verið longri
komin, enn handritini beinleiðis geva at
skilja. Hammershaimb hevði í fyrstu
royndum sínum til skriftmálið gjørt av at
nýta endingina -un soleiðis skrivaða, men
hoyrt havi eg frásagt, at á nevndu Føroya-
ferð síni var hann komin á tal við seinastu
»ummararnar« í Skálavík, og tað hevði
gjørt, at hann hálsaði um og valdi endingina
-um í staðin fyri -un. Hann sigur í mállæru
síni frá 1854, at sunnanfjørðs er ‘fremdeles
temmelig hyppig endelsen um for norden-
fjords un'. - Eitt, sum tykir okkum løgið,
er, at sambindingarorðið og skrivar Jóannes
í Króki at vísa seg uttan undantak sum u.
Eg minnist, at Sunniva á Høgnamørk mitt í
1960-árunum, tá ið eina tíð helt til hjá
henni, ofta segði [u:] ístaðin fyri og, kanska
serliga, tá ið hon dvaldi á til tess at hugsa