Fróðskaparrit - 01.01.1994, Síða 109

Fróðskaparrit - 01.01.1994, Síða 109
SANDOYARMÁL - LEYSLIGAR HUGLEIÐINGAR 121 hevur eisini gjørt vart við seg í mykines- máli. Eitt, sum sandoyarmál hevur saman við suðuroyarmáli, er, at í sterkt bendum sagn- orðum einstavaðum í 2. og 3. persóni í ein- tali, er varðveitt tað foma eyðkenni, at -t verður ikki lagt aftur at í 2. persóni í eintali, t.d. túfer, tú ger, ikki gert,fert. Hetta heldur Heðin Brú í æru í øllum tí, hann hevur skrivað. I spumarsetningum, har ið orð, ið byrja við hjáljóða, t.d. t, kemur tætt aftan á sagnorðið, hevur -r lyndi til at hvørva, men enn verður toygt á e-ið, t.d. Hvar fer [fe: ] túl Eg segði í áðni, at eg skuldi siga nakað um ó [æu] í sandoyarmáli, t.e. á Sandi, í Skúgvoy og Skopun. Pápi mín, sum var lærari í Skopun, royndi av øllum alvi at stríðast ímóti hesum ljóði í skúlanum - og heima við hús, og tað man vera ein atvoldin til, at eg havi lagt tað av. Hann var vanur at siga, at teir gomlu har og á Sandi vóm argir um tað, tí at hetta skuldi ikki vera uppmna- ligt í sandoyarmáli. Nakrir heimasands- menn hava hvør í sínum lagi á sinni sagt mær søguna um, hvussu [æu] skal vera hig- ar komið, og skal eg her í stuttum siga hana, sum hon mær er søgd. Ein kona norðan frá Streyminum, helst úr Streymnesi, kom hig- ar at vera, og fekk hon tí eyknevnið Streymurin. Son átti hon, ið æt Hans Petur, av lívligastu og stuttligastu dreingjum, sum ungdómurin flokkaðist um. Altíð hevði hann okkurt skemtið á munni, og tá ið tað varð tikið upp aftur eftir honum, varð tað eisini hermt eftir hansara tosingarlag, og [æu] segði hann, sum vera man, komin norðan úr Streymoynni. Soleiðis sigst [æu]-ið at hava verið sáað, og tað spratt og vaks og breiddist síðan sum lok í veltu. Útlendskir málfrøðingar, eg havi sagt hetta fyri, hava verið treyðir at trúgva hesi søgu um, hvussu [æu[ kom í sandoyarmál, men eg kenni onga betri. Løgið er, at tað er komið til Skúvoyar, men ikki út á Skarva- nes, har ið sagt verður [ou] sum í Skálavík og Húsavík. I Skopun, heimbygd míni, er málið sera misjavnt til uppruna. Skopun er sum kunn- ugt nýggj bygd, fyrsta búseting var í 1833, og har settist fólk úr ymsum ættum, serliga nógv úr Koltri. í mínum bamdómi varð norðanfjørðsmál at hoyra í nógvum húsum, men sandoyarmál mundi tó hava yvirván- an. I ljóði hevur skopunarmál eisini fingið sítt egið sterka og ramliga lag, sum líkist væl burtur úr hinum málunum í sýsluni. Eg skal síðan taka fram nøkur fá orð, sum, tað vit vita, bert eru til - ella hava verið til - í sandoyarmáli. Tað, sum aðrastaðni eitur gjólingur, gemlingur, gjølvingur og kanska annað við, eitur her í oynni gemlingur ‘veturgamal seyður’. Hetta er hitt upprunaligasta av hesum orðum, soleiðis eitur tað á fornnor- rønum og nútíðaríslendskum. Hini fyrr nevndu orðini eru á ymsan hátt runnin av hesum sandoyarorði, sum her er trúliga varðveitt í sínum upprunasniði. At veiða um tað at ‘taka seyð uttanrætta’ er serlig sandoyarmerking á hesum orði, og tað at savna seyð eru orð og røktingarháttur vist ókend aðrastaðni enn her í oynni. Lýsingar- orðið magur ‘rak, soltin’ hava vit úr Húsa- vík, t.d. ‘hann er so magur í andliti’. Hetta er væl kent í fommáli og nútíðar granna- málum. Helgi hin magri var landnámsmað- ur í Oyafirði í íslandi. Orðið er burturdeytt
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.